61
60
Egin hugskot
næmingarnar vera við at avgera, hvat
tað er, sum skal kannast.
Áðrenn næmingarnir fara undir at savna
svar saman, mugu tey semjast um,
hvussu svarini skulu verða bólkað. Við
hvørt er lítið at ivast í (eitt nú „hvørji
kelidýr“), men aðrir spurningar krevja,
at svarini verða avmarkað ella koyrd í
bólkar. Dámar næmingunum t.d. nógv
ymisk sløg av góðgæti, verða ov nógvir
svarmøguleikar í mun til talið á
luttakarum, og so ber illa til at gera
stabbamyndir. Í hesum føri er tað betri
at bólka sløgini av góðgæti, ella at velja
nøkur ávís sløg burturúr, sum
næmingarnir kunnu velja ímillum. Ein
annar vansi er, at tað í summum førum
kann vera torført at skilja greitt ímillum
teir ymisku bólkarnar, sum svarini skulu
koyrast í. Lærarin má hjálpa
næmingunum at rudda í
svarmøguleikunum, so tað verður
týðiligt og greitt, hvar svarini hoyra
heima.
Næmingarnir eiga at savna svarini
saman í eina talvu sum hesa:
Besti ísur
Slag
Teljistrikur Til samans
Kramarísur
Saftísur
Ísterta
Tey skulu skriva teljistrikurnar, so hvørt
sum tey spyrja luttakararnar. Tá ið øll
eru spurd, verður lagt saman fyri hvørt
slag sær. At enda gera næmingarnir
stabbamyndir.
Størri avbjóðing og annað
virksemi
Egnar spurnakanningar
Tilfar: Stabbamynd (Avritssíða 11 aftast
í hesari bókini.)
Lat næmingarnar gera sínar egnu
spurnakanningar. Tær kunnu vera um
okkurt, sum teimum dámar:
n
Besti ísur
n
Besta góðgæti
n
Besta sjónvarpssending
n
Stuttligasta teknirøð
Spurnakanningin kann eisini snúgva seg
um viðurskifti heima við hús:
n
Tal á systkjum
n
Hvørji húsdýr ella kelidýr tey hava
Har er ovmikið í at velja! Lat endiliga
Eisini í spurnakanningini kunnu næming
arnir brúka kubbar at gera stabbamynd
úr. Fyri hvønn, sum dámar best banan,
leggja tey ein gulan kubba í eitt ílat, fyri
hvønn, sum dámar best súrepli, leggja
tey ein reyðan kubba í eitt ílat o.s.fr.
Næmingarnir kunnu eisini gera
„lutatalvu“, sí
Annað virksemi
á síðu 57.
merkir, at í fyrru uppgávuni skuldi klipsið
steðgað um leið líka ofta á hvørjum liti. Í
seinnu uppgávuni skuldi tað steðgað um
leið líka ofta á tí grøna litinum sum í
reyðum og bláum til samans.
Hví er tað so? (Grønt fjalir hálvan
sirkulin. Tað sama gera blátt og reytt til
samans.)
Einfaldari
Lat næmingarnar gera stabbamynd við
kubbum, t.e. byggja stabbar. Her hava tey
brúkt sentiterningar til ta niðaru
uppgávuna á síðu 61: Hvørja ferð klipsið
steðgar á grønum, tekur næmingurin ein
grønan kubba o.s.fr. Tá ið tann fyrsti
stabbin er komin upp á 8 kubbar, er
uppgávan liðug.
Snurra klipsið
Lat næmingarnar gita, hvør litur
man fara at „vinna“. Best er, um tey
eisini greiða frá, hví tey halda, sum tey
gera. Næmingarnir arbeiða saman tveir
og tveir. Tey skriva úrslitini hvør í sítt
kladduhefti.
Næmingarnir snurra klipsið nógvar
ferðir og skriva teljistriku fyri tann litin,
sum tað steðgar á, eins og í undanfarnu
uppgávu.
Tá ið tikið verður samanum, eigur at
verða gjørt vart við, at stórur munur er
á úrslitunum hjá teimum ymsu
bólkunum. Tað er, tí tað er tilvildarligt,
hvar klipsið steðgar. Tá ið tað ikki
verður snurrað so ofta, vera stórir
munir í úrslitunum. Men um úrslitini hjá
øllum bólkunum verða løgd saman, so at
talið fyri, hvussu ofta klipsið er snurrað,
veksur, so verður úrslitið javnari. Tað
Hvat er at gera?
Síða 60
Spurnakanning
Næmingarnir gera eina spurna
kanning av, hvør av hesum fruktunum er
best dámd. Tey spyrja hinar
næmingarnar í flokkinum, tey kunnu
spyrja aðrar næmingar í fríkorterinum,
ella tey kunnu fáa hetta sum
heimasetning og spyrja fólk heima við
hús. Best er, um næmingarnir kunnu
spyrja eini 20–30 fólk. Eru færri við í
kanningini, kunnu tey fáa tvær
„atkvøður“ í part, so at tann, sum spyr,
kann seta tveir krossar.
Næmingarnir skriva svarini við
teljistrikum, so hvørt sum teir fáa tey.
Gev næmingunum tey ráð at bólka
teljistrikurnar í fimmarar: Fyrst fýra
loddrættar strikur, og so eina vatnrætta
striku gjøgnum hinar fýra. Soleiðis
verður lættari at telja saman aftaná.
Næmingarnir gera stabbamynd av
úrslitunum. Tey kunnu eisini gera
stabbamyndina so hvørt, sum tey spyrja.
Tá lita tey beinanvegin ein punt fyri
hvørt svar í staðin fyri at skriva
teljistrikur.
Síða 61
Snurra klipsið
Lat næmingarnar gita, hvør litur
man fara at „vinna“. Best, um tey eisini
greiða frá, hví tey halda, sum tey gera.
Næmingarnir arbeiða saman tvey og
tvey. Tey skriva úrslitini í hvør sítt
kladduhefti.
Næmingarnir snurra klipsið nógvar
ferðir. Tað verður gjørt soleiðis: Legg
eitt klips á sirkulin, set ein blýant
gjøgnum klipsið í sentrum á sirklinum og
send klipsið av stað við einum
títlingabresti, so tað melur runt. Annar
næmingurin kann gera hetta, meðan hin
skrivar teljistrikur. At enda lita báðir
næmingar rætta talið á puntum í
stabbunum í bókini hjá sær.
3 • Hagtøl
Hvat dámar tær best?
•
Spyr hini í flokkinum, hvat teimum dámar best, banan, súrepli ella appilsin. Lita ein rút í samsvarandi stabba fyri hvørt svarið.
Tel at enda, hvussu nógv eru av hvørjum, og skriva svarið á strikuna undir stabbunum.
10
15
20
5
10
15
20
5
10
15
20
5
60
61
•/
Vel ein lit. Snurra klipsið. Tann, sum hevur litin, sum klipsið endar á, litar ein rút í sínum teigi. Halt soleiðis fram, til ein av
teigunum er litaður liðugur.
Hvør teigur verður litaður fyrst?
Hvør teigur verður litaður fyrst?
Eg vænti, at
reytt verður
fyrst.
Støddfrøðiligt innihald
n
Gera spurnakanning
n
Gera stabbamyndir
n
Líkindi
Tilfar/amboð
n
Kladdupappír at telja upp á
n
Klips