Rokning 1c - Lærarabók - page 56-57

57
56
Egin hugskot
Bið næmingarnar tekna eina stabba­mynd
í kladduheftið, sum vísir tað tey løgdu á
bøin/í skúlagarðin.
Í staðin fyri at leggja lutirnar á bøin/í
skúlagarðin ber til at gera „livandi“
stabbamyndir. Hvør næm­ingur hevur sín
lut í hondini, og so stilla tey seg hvør
eftir annan og gera stabbar. Á hendan
hátt ber til skjótt at gera nýggjar
stabbamyndir. Tí liggur væl fyri at skilja
teir somu lutirnar eftir ymiskum
treytum, og best er, at næmingarnir eru
við til at áseta treytirnar.
Spæl:
Øll, sum eru ella hava …!
Spælt verður uttandura ella í
fimleikahøllini. Allir næmingarnir uttan
tann, sum „er“, standa lið um lið inn
móti vegginum ella aftan fyri eina striku.
Ein næmingur (ella lærarin) leiðir spælið
og stillar seg framman fyri hini og vendir
teimum bakið. Leiðarin skal nú siga,
hvør sleppur at ganga nøkur fet og
hvussu nógv. Leiðarin kann t.d. siga:
n
Øll, sum hava okkurt reytt uppi á sær,
fara fýra fet fram.
n
Øll, sum hava M í navninum hjá sær, fara
tvey fet fram.
n
Øll, sum eru minni enn eg, fara fimm fet
fram.
Leiðarin ger av, hvørjar treytirnar eru,
og hvussu nógv fet verða gingin hvørja
ferð. Talið á fetum má verða meiri enn
eitt og minni enn tíggju.
Vinnari er tann, sum fyrst kemur fram
til hin veggin ella til eina ávísa striku.
tey halda vera stutt, miðal ella langt.
Her verður neyðugt við einum
orðaskifti fyri at semjast um treytirnar.
Hvør næmingur leggur sín lut í tann
bólkin, sum tey halda hóskar best, so at
tað verður til eina stabbamynd á bønum
ella í skúlagarðinum. Tað ræður um, at
lutirnir liggja áraka hvønn annan
tvørturum – annars kann ein stabbi við
fimm lutum gerast longri enn ein við 6
lutum.
„gentuleiku“ og „dreingjaleiku“. Tað ber
helst til at fáa flokssett av príslistum frá
leikahandlum. Príslistarnir eru eisini góðir
at hava í virksemi, sum hevur við keyp og
sølu at gera, serliga um tit ikki hava
umstøður at spæla handil í skúlastovuni.
Næmingarnir kunnu eisini telja, hvussu
nógv fólk eru í hvørjum bili, sum koyrir
fram við skúlanum; í hvussu nógvum
bilum eru ein, tveir, tríggir ella fýra
persónar? Ella tey kunnu skilja bilar eftir
liti og gera stabbamynd av úrslitinum.
Gera
lutatalvu“ og
livandi“ stabbamynd
Bið allar næmingarnar finna hvør sín lut
uttandura. Skiljið lutirnar, t.d. eftir longd
(ella lat næmingarnar avgera treytirnar
at skilja eftir): Ein teigur til stuttar lutir,
ein til miðal lutir og ein til langar lutir.
Næmingarnir mugu sjálvir gera av, hvat
56 ber til at skilja blomstrini eftir liti. Á
síðu 57 ber til at skilja lutirnar eftir
vekt: Hvørjir lutir eru tungir, og hvørjir
eru lættir? Her er talan um lutfalsligar
treytir, so eingin svarlisti er. Eitt súrepli
er tungt samanborið við eina blommu,
men lætt samanborið við ein stóran
stein. Lat næmingarnar skifta orð um
hetta og finna fram til, hvussu teir skulu
skilja lutirnar.
Annað virksemi
Sortering
Lat næmingarnar skilja og telja aðrar
mongdir, innandura ella uttandura. Tað
ber eisini til at seta hetta virksemið í
samband við aðrar lærugreinir ella evni,
t.d. at telja ymisk leiku á einari síðu í
einum príslista frá einum leikahandli.
Leikuni kunnu vera bleyt, hørð,
Einfaldari
Hjálp næmingunum at seta teljistrikur:
Tað, sum um ræður, er at seta eina
teljistriku í tann rætta bólkin fyri hvønn
lut, sum verður taldur. Hetta er serliga
galdandi á síðu 56. Á síðu 57 virkar
stabbamyndin sum teljistrikur.
Tað er lættari at nýta ítøkiligt tilfar, tí til
ber at leggja tað í rúgvur, og so telja
aftaná. Tað er eisini góð venjing í at skilja
eftir ymiskum treytum. Gera næmingarnir
soleiðis, eiga teir aftaná at fara undir at
telja upp og gera eina títtleikatalvu og/ella
stabbamynd av úrslitinum, eins og gjørt er
á hesum síðunum.
Størri avbjóðing
Skilja eftir øðrum treytum
Bið næmingarnar skilja lutirnar á síðu 56
og/ella 57 eftir øðrum treytum. Á síðu
Hvat er at gera?
Síða 56
At skilja eftir tali
Næmingarnir skulu skilja
blomstrini eftir talinum á krúnubløðum:
fýra, fimm ella seks. Tel, hvussu nógv
eru av hvørjum slagi. Fyri at halda skil á,
hvørji blomstur eru tald, kunnu
næm­ing­arnir seta eitt merki á
blomstrini, so hvørt sum tey verða tald.
Næmingarnir kunnu eisini seta
telji­strikur, meðan teir skilja blomstrini.
Tey kunnu t.d. seta teljistrikur undir
teimum trimum strikunum, har svarið
skal standa.
Hjá summum næmingum kann eisini
vera hent at seta merki á krúnubløðini,
so hvørt sum teir telja tey.
Síða 57
At skilja og gera
stabbamynd
Næmingarnir bólka lutirnar alt eftir, um
teir eru etandi ella ikki. Hvørja ferð, tey
telja ein lut, lita tey ein punt í tí
stabbanum, har luturin hoyrir til.
Næmingarnir kunnu eisini velja at telja
allar lutirnar, sum eru etandi, og lita
sam­svarandi tal á puntum í stabba­num,
áðrenn teir fara undir at telja tað, sum
ikki er etandi. Velja tey hendan mátan,
mugu tey merkja teir lutir­nar, sum tey
hava talt, so hvørt.
Vit nýta stabbamynd sum eina mynd
av, hvussu nógv er til av ymsum lutum,
ella hvussu nógv eru, ið hava somu
eginleikar. Tá ið við hyggja, hvussu høgir
stabbarnir eru, síggja vit beinanvegin,
hvørjum nógv ella lítið er til av.
Ofta er ikki so greitt, hvørjum
treytum lutir skulu verða flokkaðir eftir.
Tá verður orðaskifti um spurningin, og
tað er best, um næm­ingarnir vita av
hesum og eru við í orða­skiftinum. So
mugu tey grund­geva fyri, hvussu tey
flokka tilfarið, og royna at semjast.
3 • Hagtøl
56
Hvussu nógv?
Tel, hvussu nógvar blómur við fýra krúnubløðum eru á síðuni og skriva talið. Ger tað sama við blómurnar
við fimm og seks krúnubløðum.
Her eru fýra.
57
Skipa í etandi og ikki etandi. Lita líka nógvar puntar í stabbamyndini, sum tað eru av etandi og ikki etandi lutum.
Skriva talið undir stabbunum.
Hvussu nógv?
10
15
5
10
15
5
Etandi
Ikki etandi
Støddfrøðiligt innihald
n
Skilja eftir ymiskum treytum
n
Vísa tal á lutum við
stabbamynd
stuttir
miðal
langir
I...,36-37,38-39,40-41,42-43,44-45,46-47,48-49,50-51,52-53,54-55 58-59,60-61,62-63,64-65,66-67,68-69,70-71,72-73,74-75,76-77,...150
Powered by FlippingBook