Rokning 1c - Lærarabók - page 66-67

67
66
Egin hugskot
næmingar so við og við verða førir fyri
at máta sjálvir og eisini at skriva úrslitini.
Annað virksemi
Skipa fyri ítróttakapping í støddfrøði við
verkstøðum/virksemi, sum hava við
longdarmát at gera, eins og á myndini á
síðu 66:
n
Kasta stivla, bólt, rísposa ella tílíkt
n
Sláa badmintonbólt, ballón ella tílíkt
n
Senda kúlur við títlingabresti
n
Longdarlop og hæddarlop
Í summum venjingum ræður um at kasta
ella sláa so langt, sum til ber. Aðrastaðni
ræður um at raka so nær einum máli
sum til ber.
Í summum venjingum kunnu
næmingarnir leypa/kasta við tí fótinum
ella hondini, sum tey annars ikki brúka.
Tað ber eisini til at royna tvær ferðir,
eina ferð við høgra fóti/høgru hond og
eina ferð við vinstra fóti/vinstru hond og
máta munin. Onkuntíð kunnu næm­ing­
ar­nir kasta aftur um seg í staðin fyri
fram­eftir.
Ein støddfrøði-ítróttakapping sum
henda gevur næmingunum møguleikan
at bera saman veruligar longdir, so tey
ikki bara hugsa um, hvønn hátt tey skulu
brúka at máta.
Tað er ein fyrimunur, at næmingarnir
fáa høvi at máta nógvar ymiskar longdir,
frá fáum sentimetrum til nógvar metrar.
strikuna sum møguligt. Næmingarnir
kunnu spæla saman í einari bók, ella teir
kunnu skriva í hvør sína bók.
Næmingarnir kasta og máta, hvussu
langt frá strikuni teir raktu. At máta við
brúka tey blýant, pinn ella tílíkt. Hann
eigur at vera einar 10–15 cm langur.
Næmingarnir skriva, hvussu langt frá
strikuni teir raktu, við at telja, hvussu
ofta tað ber til at leggja pinnin frá
pappírskúluni til strikuni. Ein vinnari
verður funnin fyri hvørt umfar.
Vinnarakastið verður merkt við einum
ringi um talið, sum vísir frástøðuna til
strikuna.
Einfaldari
Set bólkar saman soleiðis, at næm­ing­ar­
nir hjálpa hvørjum øðrum at máta og at
skriva úrslitini. Ynskiligt er, at allir
ella tey kunnu skriva 3+ ella tílíkt, um
tað er eitt sindur meiri enn tríggir
pinnar. Summir næmingar vita kanska, at
tað ber til at skriva 3,5, um har er um
leið ein hálvur blýantur eyka.
Síða 67
Spæl:
Næst strikuni
Luttakarar: 3
Tilfar: Okkurt at kasta (t.d. pappír­
skúlur) og okkurt at máta við (t.d.
blýantar).
Tekna eina striku við kriti í skúlagarðin
ella við pinni í bøin ella sandin. Verður
spælt innandura, kann strikan vera um
leið 1–2 metur av litaðum klistribandi.
Næmingarnir standa einar tveir metrar
burturfrá og kasta eitt samanrukkað
pappír, rísposa ella tílíkt so nær at
næmingarnir máta ella bera saman,
hvussu teir gera tað, og hvat teir brúka.
n
Hvat brúkar drongurin at máta longdina
á stivlakastinum? (Hoppiband)
n
Hvussu langt verður badmintonbólturin
sligin? (5 pinnar)
n
Tey, sum máta longdarlop, máta við
fótunum. Hvat annað kundu tey brúkt?
(Hoppiband, pinnar, mátiband o.s.fr.)
n
Ber tað til at brúka føtur at máta
hæddarlop? (Nei.) Hví ikki?
n
Hvat brúka næmingarnir á myndini at
máta hæddarlopið?
Tosið eisini um, hvat hendir, um
mátieindin ikki gongur upp. Kanska
kunnu næmingarnir sjálvir gera av,
hvussu teir siga mátið, um tað ikki
gongur upp við heilt tal á mátieindum.
Tey kunnu runda uppeftir ella niðureftir,
sum sentimetrum (cm) og metrum
(m).
– Máta við at lesa eina stigatalvu av:
ið fyrisettar mátieindir eru settar
saman á mátitólum á ein slíkan hátt,
at vit so at siga ikki síggja, at tað, sum
vit gera, er at telja mátieindir fram
við tí lutinum, sum skal mátast.Tann,
sum lesur av, hvussu høgt verður
lopið í hæddarlopi, lesur bara av á
strikunum í erva, har sum
tvørstongin liggur. Hann fer ikki at
telja sentimetrar frá jørðini og upp.
Skilnaðurin millum stigatalvu og tað,
sum verður mátað, er týðiligast, tá ið
vit nýta ein lasaramátara, har longdin
brádliga sæst sum eitt tal.
Tá ið tosað verður við næmingarnar um
hesa síðuna, eigur at vera viðgjørt, hvat
4 Longd
Í hesum kapitlinum verður
farið undir at máta longdir.
Tað gera vit fyrst og fremst við
at nýta ófyrisettar mátieindir
so sum pinnar, blýantar, klips,
band og annað at bera saman
ymsar longdir. Næmingarnir
máta eisini við sentiterningum
sum innleiðslu til fyrisettar
mátieindir, og tey læra seg
meturin sum mátieind.
Støddfrøðiligt innihald
n
Máta longdir í ymsum høpi og
á ymsan hátt
n
Telja ófyrisettar mátieindir
(vit nýta band, blýantar ella
mátistokkar at máta longdir
við)
Tilfar/amboð
n
Samanrukkað pappír ella
rísposar at kasta á mál við
n
Blýantar ella annað at máta
frástøðu við
Hvat er at gera?
Síða 66
Samrøðumynd um at
máta longdir
Vit máta longdir fyri at samanbera
støddir. Vit skilja ímillum ymsar hættir at
máta:
–– Beinleiðis samanbering: =
Tá leggja vit
tær báðar longdirnar, sum skulu
mátast, lið um lið. So síggja vit
beinleiðis, hvør er longri.Tað gera vit
t.d., tá ið tvey børn standa lið um lið
at máta, hvør er hægri.
–– Máta eitt-til-eitt:
Tá gera vit okkum
eina mátieind, ið hevur somu longd
sum tað, ið skal verða mátað. Í
longdarlopi kunnu vit t.d. seta eitt
merki í sandkassan har, sum hvør
einstakur lendir.Við at samanbera
merkini síggja vit, hvør leyp longst.
–– Máta við ófyrisettum mátieindum:
Vit
brúka ymiskt at máta við, so sum
blýantar, pinnar og band ella
likamsmál, so sum føtur („músafet“),
armlongdir og tummar.
Máta við fyrisettum mátieindum so
At máta longd
4
66
67
Spæl: Næst strikuni
Næmingarnir blaka pappírskúlur eftir einari striku. Frástøðan til strikuna verður t.d. mátað við blýanti. Úrslitið verður skrivað
í bókina fyri hvørt kast. Tann, sum kemur strikuni næst, hevur vunnið. Set ring um besta kastið eftir hvørt umfar.
Navn: Navn: Navn:
Kast 1
Kast 2
Kast 3
Kast
4
Kast 5
I...,46-47,48-49,50-51,52-53,54-55,56-57,58-59,60-61,62-63,64-65 68-69,70-71,72-73,74-75,76-77,78-79,80-81,82-83,84-85,86-87,...150
Powered by FlippingBook