Skip to main content

Átrúnaður síðan landnám

 

Í Søgualfrøðini (1994) lesa vit, at fyrstu landnámsmenn hava verið heidnir. Høvuðsgudarnir vóru Óðin, Tórur og Froyur.

Um ár 998 verða Føroyar kristnar.

Hetta ávirkar alt samfelagið, tí bæði lógarverk og gjaldsskipanir verða tillagaðar nýggju heimsfatanini. Dømi eru kristnirættur og tíggjund.

Um 1540 er nýtt trúarskifti. Lutherska læran kemur í staðin fyri ta katólsku.

Pávakirkjan er skift um við eina kongskirkju.

Trúarfrælsi kemur fyrst í gildi við demokratisku grundlógini í 1849, og statskirkjan verður til fólkakirkju.

Seinastu hundrað árini komnar fleiri kristnar samkomur, summar av hesum standa uttanfyri fólkakirkjuna.

(úr: Søgualfrøðin 1994)

Arbeiðsuppgáva:

 

Nevn tvey átrúnaðarlig skifti, sum hava verið í Føroyum í 1000 ár.