Skip to main content

Sálmagreining

 

Hetta er ein almennur frymil at greina sálmar eftir, men tú eigur at hava í huga, at tað ikki altíð ber til at svara øllum spurningunum, sum verða settir í frymlinum.

 

1 Les sálmin tvær ferðir.

2 Slá torfør orð upp í orðabókini.

3 Hvussu eitur sálmurin?

4 Nær er sálmurin yrktur?

5 Hvør hevur yrkt sálmin?

6 Er talan um ein upprunasálm?

7 Er talan um týddan ella umyrktan sálm, hvør er so týðarin ella yrkjarin?

8 Hvør hevur gjørt lagið?

9 Nær er lagið gjørt?

10 Kunnu fleiri løg nýtast til sálmin? Um ja, hvørji?

11 Hvat snýr sálmurin seg um? Skriva ein stuttan samandrátt av sálminum ella tíggju lyklaorð í sálminum.

12 Skriva nøkur fá orð, um hvat kemur tær í huga, tá ið tú lesur ella syngur sálmin.

13 Í hvønn mun er samsvar millum heiti á sálminum (fyrstu reglu í sálminum) og innihaldið?

14 Hvat ella hvørji ørindi hava mest týdning í sálminum?

15 Hvat slag av sálmi er hetta?

 a) Ein bíbilskur sálmur

 b) Ein sálmur, sum lýsir eitt ávíst huglag

 c) Ein hátíðar sálmur

 d) Ein sálmur til eitt ávíst høvi – tilburðarsálmur

 e) Finnur tú fleiri av nevndu eyðkennunum í sálminum?

 16 Hvørji rím eru í sálminum?

 17 Kann sálmurin býtast í partar?

 18 Hvussu dámar tær sálmin? Grunda svarið.

 

Greiningarfrymilin er úr Sálmar til fólkaskúlan, miðdeild, Olivia W. Hansen, Nám 2008.