Filmurin um Martin Luther
Eric Till (f.1929) er bretskur leikstjóri, sum býr í Kanada. Hann hevur fingið virðislønir fyri filmin um Luther, sum hann gjørdi í 2003, og fyri filmin um Dietrich Bonhoeffer, sum hann gjørdi í 2000. Umframt at DVD filmurin um Luther er í savninum hjá Námi, gongur Luther-filmurin eisini í biografinum Havnar Bio.
Gongdin í filminum
Filmurin um Luther viðger eitt avmarkað skeið í lívinum hjá Martini Luther. Filmurin byrjar við eini skakandi hending í ringasta veðri í 1505, tá Luther er 22 ára gamal. Filmurin endar við ríkisdegnum í Augsburg í 1530, tá vinmaðurin Melanchthon slapp at lesa Augsburgsku trúarjáttina.
Tá filmurin endar, verður drúgva stríðið hjá Luther lýst sum ein siður. Men veruliga søgan endar ikki her. Í tíðini eftir 1530 hendi nógv av týdningi. Har eru nógv stríð, bæði átrúnaðarlig og politisk. Reformatiónin var enn bara byrjað. Hetta eigur at vera havt í huga, fyri at fáa eina meiri fullfíggjaða mynd av Lutheri, hvussu reformatiónini tók seg upp, og hvat víðari hendi. Luther doyði 62 ára gamal í 1546
Niðanfyri eru uppgávur til filmin um Luther (Eric Till, Týskland/USA 2003, 90 min). Tær kunnu gerast einsæris, í bólki ella sum flokksuppgávur.
Temasíðan um film á Snar gevur upplýsingar um frásagnarfrymil á filmi.
Einki filmseftirlit er í Føroyum, men danska Medierådet hevur givið filminum Luther 11 ára aldursmark.
Leggið til merkis, at týska sjónvarpið ARD hevur gjørt ein sjónvarpsfilm um konu Luthers við heitinum Katharina Luther (Julia von Heinz, Týskland 2017, 105 min).
Arbeiðsuppgávur:
Persónarnir og filmurin
• Hvussu verður persónurin Luther lýstur í filminum?
• Vel tríggjar aðrar persónar í filminum, og greið frá hvussu teir vera lýstir.
• Greið frá samspælinum millum Luther og hinar persónarnar í filminum.
• Hvussu verður reformatiónin lýst í filminum?
• Hvussu er filmurin uppbygdur? Hygg í frásagnarfrymilin á Snar!
Skriva eitt ummælið av filminum um Luther
• Lýs persónarnar.
• Lýs gongdina í filminum.
• Hvussu fortelur filmurin søguna um Luther?
• Hvørjar serligar frásagnarsnildir, verða nýttar í filminum?
• Hvør er boðskapurin í filminum?
• Tak saman um og met, um filmurin sjónliga heldur við nøkrum av stríðani pørtunum.
Vel ein persón, ella eina hending í filminum, sum tær dámar best
• Greið frá hví tú valdi júst hendan persónin ella hesa hendingina.
• Hvat er so serligt, gott ella stuttligt, við persóninum ella hendingini?
Hugsa tær at filmurin ikki endaði har, sum hann endar, men at tú skuldi gjørt endan...
• Hvat hevði hent víðari, og hvussu hevði filmurin endað?
|