Hin ljóti Luther
Jákup Reinert Hansen, Ph.d. lektari í kirkjusøgu, sigur frá um ein ljótan part í avrikunum hjá Martin Luther.
Tá Luther varð 60 ára gamal, skrivaði hann bókina, Von den Juden und ihren Lügen, sum sæst til høgru. Har fer hann so illa við jødum, at nazistar brúktu hansara hugsanir at útinna holocaust.
Niðara myndin til høgru vísur eisini mistøk Luthers. Myndin er úr teknirøðini Martin Luther - ein munkur, sum broytti heimin (Nám 2017).
Hetta prátið er úr sendingini Mentanarcaféin, sum Gunnar Nolsøe skipaði fyri í Útvarpinum 28. apríl í 2017.
Lurta eftir brotinum úr sendingini
Lurta eftir allari sendingini á kvf.fo
Á eini danskari heimasíðu um Bíbliuna fyri ateistar, kunnu vit lesa eitt brot úr donsku týðingini av týsku bókini hjá Luther frá 1543 um jødar.
Arbeiðsuppgávur:
1 Hvat er holacaust?
2 Hvat er ein ateistur?
3 Luther var so kendur sum ein poppstjørna. Hvørja avleiðing kann tað fáa, tá so kend fólk skriva, sum Luther ger í hesum føri? |