Junker Jörg í Wartburg
Á heimferðini úr Worms varð Luther tikin og førdur burtur. Tað var vinurin, Fríðrikur hin Vísi, sum hevði skipað fyri hesum snildisliga ráni.
Endamálið var at føra Luther til borgina Wartburg, so at eingin skuldi fanga ella drepa hann, nú Luther var lýstur í bann og friðleysur. Tað vóru heilt fáir persónar, sum vistu av hesum.
Í næstan eitt ár búði Luther, undir dulnavninum Junker Jörn á borgini. Luther treivst ikki so væl, og bar støðuna saman við at sita í fangahúsi. Hann mátti finna uppá okkurt at gera.
Luther fór at týða Nýggja testamenti úr frummálinum, sum var grikskt. Hetta var torført arbeiði.
Týdda Nýggja testamenti, sum kom út í 1522, fekk stóran týdning fyri menningina av týska málinum.
Luther savnaði eisini prædikur á móðurmálinum í eina bók. Hesar báðar bøkurnar førdu til, at tankarnir hjá Luther skjótt fóru út um alt Týskland.
Arbeiðsuppgávur:
1 Hví varð Luther rændur á heimferðini?
2 Hvat gjørdi Luther, meðan hann sat í Wartburg?
3 Hvønn týdning fekk hansara arbeiði á borgini? |