Skip to main content

Undirvísing og katekismus

 

Tá ið lítli Luther fór í skúla, var tað eingin sjálvfylgja at børn sluppu í skúla. Pápi Luther var ikki serliga ríkur, kortini lat hann sonin í skúla. Annars vóru tað bara børnini hjá teimum ríku, sum fingu tann møguleikan.

Skúlin tá á døgum kann ikki samanberast við skúlar nú. Børnini lærdu næsta bara latín, og tey byrjaðu við latíni beinan vegin, tá ið tey komu í skúla. Alt skuldi lærast uttanat. Dugdu næmingarnir ikki tað teir skuldu, blivu teir revsaðir og revsingin var hørð.

Luther lærdi trúarjáttanina og Faðir vár á latíni, og teir týdningarmestu halgidagarnar.

Sum vaksin hevði Luther lítið gott at bera skúlanum. Hann segði at undirvísingin var tíðarspilla.

Bæði fyri gentur og dreingir

Hóast Luther ikki helt nógv um sína egnu skúlagongd, so helt hann kortini at skúli og undirvísing skuldi vera fyri øll. Tað var týdningarmikið at bæði gentur og dreingir gingu í skúla, tí so fóru bæði húsarhaldið og samfelagið at verða væl stýrd.

Luthers lítla katekismus

Í 1528 var Luther á vitjan kring Wittenberg, fyri at kannað, hvussu tað var stætt við kristnikunnleikanum hjá vanligum fólki. Hann var skelkaður av, hvussu lítið fólk dugdu. Ikki so mikið sum Faðir vár ella trúarjáttanina, dugdu tey. Her mátti okkurt gerast, hugsaði Luther.

Árið eftir skrivaði Luther sína Lítlu Katekismus, sum er ein stutt lærubók um kristindóm. Í bókini sigur hann frá um tey tíggju boðini, trúarjáttanina, Faðir vár, tey tvey sakramentini dópin og altargongdina, og skriftamálið. Bókin hevði eisini myndir, sum skuldu gera tað lættari at skilja frágreiðingarnar. Lítla Katekismus hoyrir í dag til læruinnihaldið í fólkakirkjuni.

Sama ár skrivaði Luther eisini eina Stóra Katekismus. Hon er um tað sama, men er nógv meira umfatandi. Lítla katekismus varð hugsað til undirvísing heima, Stóra katekismus varð skrivað til prestarnar.

Arbeiðsuppgáva:

 

1 Hvar helt Luther at Lítla Katekismus skuldi brúkast?

 

 

Orðafrágreiðing

Katekismus: Ein lærubók í um kristindóm