Skip to main content

Tær 95 tesurnar

 

Luther vendi sær móti katólsku kirkjuni, tí hon seldi avlát. Eftir hansara fatan var trúgvin og náðin tann avgerandi tátturin í frelsuni. Luther helt, at pávin í Rom visti ikki um støðuna, og at kirkjan var á skeivari leið. Luther ætlaði ikki at gera uppreistur ímóti kirkjuni. Hann vildi bøta um støðuna.

Fyri at fáa kjak í lag um avlátshandilin, skrivaði Luther 95 tesur um hetta evnið.

31. oktober, allahalgannaaftan, í 1517 negldi hann tesurnar á dyrnar á slotskirkjuni í Wittenberg.

Tesurnar vóru skrivaðar á latíni, men vóru beinanvegin týddar til móðurmálið, so at fólkið kundi lesa tær. Eftir stuttari tíð vóru tesurnar kendar í Týsklandi og í Evropa, og pávin varð kunnaður um tær.

Tær 95 tesurnar á føroyskum

David Johannesen hevur týtt tær 95 tesurnar hjá Martini Luther í bókini Frælsi teirra kristnu (2007), sum eru greinar og ritgerðir eftir Luther. Trýst á yvirskriftina og tú kemur á undirsíðuna um tær 95 tesurnar á føroyskum.

Orsøkin til at skriftirnar hjá Luther breiddust so skjótt var, at bøkur og bløð nú vórðu prentað. Tað var bæði lætt, skjótt og minni kostnaðarmikið enn fyrr, at breiða ein tekst út til fólkið. Nú fingu vanlig fólk ráð at keypa bøkur at lesa í heima.

Tær upprunaligu kirkjudyrnar, sum Luther negldi tær 95 tesurnar á fyri 500 árum síðani, brendu í 1760. Í 1857 vóru nýggjar bronsudyr stoyptar. Á teimum standa tær 95 tesurnar hjá Luther við sama bókstavasniði, sum tey nýttu fyrstu tíðina, tá ið byrjað var at prenta bøkur.

Yvir kirkjudyrnum er ein málningur, har Luther sæst við nýumsettu týsku Bíbliuni, og Melanchthon sæst við tí augsburgsku trúarjáttanini. Millum teirrra stendur hin krossfesti Kristus við Wittenberg í baksýni.

Arbeiðsuppgávur: 

 

1 Hví skrivaði Luther tær 95 tesurnar?

 

2 Hví komu skriftirnar hjá Luther so skjótt út millum fólk?

 

3 Hvussu hevði tú gjørt í dag, um tú skuldi sent eini týdningarmikil boð, sum nógv fólk skuldu lesa beinanvegin?

 

4 Hevur tað nakran týdning, at fornminni, sum vit hyggja eftir, eru ektað ella ikki?