Skip to main content

Ferð á føroyskt 2 er nú útkomin

23.09.2024

Bókarøðin fevnir um Grundbók, Arbeiðsbók, Orðahefti, Lærarabók og ljóðfílur umframt tekstir til ljóðfílur og  svarlista. Ferð á føroyskt fevnir við hesi útgávuni um higartil tríggjar kapitlar í  tveimum bókaheildum. 1. og 2. kapittul í Ferð á føroyskt 1 og 3. kapittul í Ferð á føroyskt 2.
 

Ferð á føroyskt 2 hevur sostatt ein kapittul. Hon er ein fyribils útgáva, ið gevur atgongd til 3. kapittul, meðan 4. kapittul er ávegis.   

Grundbók 2 og Arbeiðsbók 2/Orðahefti 2 kosta ávikavist 148kr og 78kr. Næmingabøkurnar fáast allar sum pappírsbøkur. Arbeiðsbók 2/Orðahefti 2 eru einnýtisbøkur at skriva í. Allar tríggjar bøkurnar eru eisini talgildar á ibok.nam.fo.

Lærarabókin er fyribils bert tøk talgild.  Tekstir til ljóðfílur eru ikki partur av heildini men eru ætlað lærarum sum ískoytistilfar eftir tørvi. Svarlistin er somuleiðis ætlaður lærarum ella sjálvlesandi. Atgongd til Lærarabók, tekstir til ljóðfílur og svarlistan er somuleiðis á ibok.nam.fo

Onnur tíðindi

16.09.2026

Starvið er nýtt og hevur til endamáls at styrkja…

Les meira
09.09.2026

Úrslitini frá PISA 2025 vísa eina blandaða mynd.…

Les meira
28.08.2026

Aftur í ár er Nám við í kappingini um at hava…

Les meira
14.08.2026

Skeiðstilmeldingin er latin upp aftur.

Les meira