Skip to main content

Fysiologi

17.07.2013

Grundbók í arbeiðsfysiologi og venjingarfysiologi

Nám gevur út fyrstu føroysku grundbók í fysiologi. Høvundar eru Magni Mohr og Svanna Hanusardóttir. Pól Jespersen, ritstjóri í Námi, hevur teknað og lagt til rættis saman við Sendistovuni, og Føroyaprent hevur prentað.

Fysiologi - Grundbók í arbeiðsfysiologi og venjingarfysiologi, sum hevur hópin av myndum, er ætlað at brúka í lærugreinunum ítrótti, lívfrøði og sjúkrarøktarfrøði. Málbólkurin er eisini venjarar, sum virka í frítíðarítróttinum.

Í fororðunum siga rithøvundarnir, at bókin er fyrst og fremst ætlað sum náttúruvísindaligi parturin av undirvísingini í ítrótti sum valgrein í miðnámsútbúgvingunum. Bókin, sum telur 270 blaðsíður, fer út um tað pensum, sum kunngerðin fyri lærugreinina leggur upp til.

Tilfarið er lagt soleiðis til rættis, at tað bæði kann verða brúkt til undirvísing í ítrótti á Fróðskaparsetrinum fyri læraralesandi, og partar kunnu verða brúktir til teirra, sum lesa námsfrøði og sjúkrarøktarfrøði. Eisini eru partar av bókini væl egnaðir sum undirvísingartilfar í lívfrøði í miðnámsútbúgvingunum bæði á miðstigi og á hástigi. Humanistiski parturin og samfelagsligi parturin eru tó ikki við.

Fysiologi - Grundbók í arbeiðsfysiologi og venjingarfysiologi er býtt upp í fýra høvuðspartar. Fyrsti partur er um grundleggjandi anatomi, har rørslukervið verður gjøgnumgingið í høvuðsheitum. Annar partur er ein gjøgnumgongd av grundleggjandi fysiologi og arbeiðsfysiologi. Hesir báðir partarnir eru ástøðiliga grundarlagið undir triðja parti, sum nágreiniliga viðger venjingarfysiologi, har dentur verður lagdur á ymisk venjingarøki. Her verða evni sum kropslig fyrireiking til kappingar, tilrættalegging og raðfesting av kropsligari venjing viðgjørd.

Fjórði og seinasti partur umfatar evnini kropsliga venjing og heilsu umframt arvalæru. Serstakliga triði og fjórði partur hóska væl sum evni í verkætlanararbeiði. Tveir teir fyrstu partarnir snúgva seg mest um klassiska fysiologi, og tveir teir seinastu partarnir byggja á nýggjari vitan. Torleikastigið er ymiskt í teimum ymsu pørtunum, og tí er avgerandi at velja partar burturúr alt eftir fakligu áhugamálunum og hvørjum fakligum stigi, undirvíst verður á.

Bókin verður at fáa í bókabúðunum hósdagin 18. juli. 

Onnur tíðindi

26.09.2025

Henda bók er ætlað 1. árs-lesandi á Søgu- og…

Les meira
16.09.2025

Ætla tit at luttaka í kappingini?

Les meira
Lær um Canva for Education á Youtube
18.08.2025

Lærarar og næmingar hava fingið atgongd

 

Les meira
18.07.2025

4. flokkur hevur nú fingið spildurnýggja bók í…

Les meira