Skip to main content

Holocaustdagur í Vestmanna 26. januar

22.01.2024

Fríggjdagin 26. januar verður Dagurin fyri altjóða Holocaust- og onnur fólkadráp hildin í hádeild í fólkaskúlanum. Dagurin er altjóða minningardagur, sum ST hevur ásett. Í ár er Vestmanna skúli vertur. 

Á heimasíðuni um Holocaust verður stroymt frá tiltakinum 26. januar kl. 10.00

Tað eru Nám og Amnesty International, Føroya deild, ið skipa fyri degnum. Áhugin er vaksin so mikið, at í ár verða eftirskúlar, miðnáms- og yrkisskúlar eisini bodnir við. 

Ruanda í Afrika verður evnið á holocaustdegnum í 2024. Tá verða 30 ár liðin síðan fólkamorðið í afrikanska landinum. Hetta er fyrstu ferð at vit taka upp eitt land í heimspartinum Afrika. 

Altjóða Holocaust dagurin hevur áður viðgjørt hesi evni úr søguni um fólkadráp: 

jødatýningin undir øðrum verðaldarbardaga, kríggið á Balkan, fólkadrápið í Armenia og í fjør var tað fólkadrápið, eisini kallað, Holodomor, í Ukraina, sum ljós varð varpað á. 

Til Altjóða holocaust dagin er skráin løgd eftir, at næminganir fáa innilit í fólkadrápið í Ruanda.  

Millum annað verður hópdrápið fyrst lýst søguliga. Sendikvinna Føroya í London, greiðir frá aktuellu politisku støðuni í Onglandi, har ólógligir flóttar verða sendir úr Bretlandi til Ruanda. Spurningur í hesum samanhangi kann setast, um tað er skilagott, tí eitt hugtak innan sálarfrøðina er transgenerationalt trauma. Tað er um, hvussu trauma, so sum hópdráp, ávirka ættarlið. Sálarfrøðingurin Pætur Zachariasson greiðr frá um hetta evnið.  

Felags fyri undanfarnar holocaustdagar er, at finna ein viðkomandi føroyskan vinkul til evnið. Tá ið evnið var Balkan, luttók Regin Jacobsen, sum hjálpi flóttafamiljum til Føroya, og Ottar í Funningsstovu, sum var hermaður í økinum. Tann føroyski vinkulin til hópdrápið í Armenia var Arousiak Berberian Hammer, sum er gift til Hvalbiar, og hevur tøtt ættarbond til Armenia. Og í fjør luttók Mariia Olsen, úr Ukraina, sum í dag arbeiðir og býr í Føroyum.  

Í ár er einki undantak, tí í 1994 var skálamaðurin Dan T. Hansen tætt við Ruanda, tá ið hópdrápið fór fram, og vitjaði eisini Ruanda stutt eftir. Í einari livandi video upptøku, greiðir Dan frá, hvussu hann upplivdi ræðuleikarnar. 

Sum nevnt, er Vestmanna skúli vertur fyri tiltakinum í ár, sum verður stroymt um opnu undirvísingarsíðuna Snar til allar skúlar og fólk annars, ið hava áhuga at fylgja við.   

 

Skráin á Holocaustdegnum

Í Vestmana skúla 26. januar 2024 kl. 10.00 - 11.30

10.00

Kristianna Jacobsen, stjóri í Vestmanna skúla, bjóðar vælkomin 

10:05

Ólavur í Geil, samskipari, fortelur um,hvussu dagurin verður skipaður 

10:10

Gunnar Isfeld, lærari og søgufrøðingur á Glasi, greiðir frá fólkadrápinum í Ruanda í 1994

10:25

Dan T. Hansen, skálamaður, búsitandi í Danmark, sum var í økinum í 1994, greiðir frá, hvussu hann upplivdi støðuna. Video 

10:40

Kate Sanderson, sendikvinna Føroya í London, sigur frá, hví Stóra Bretland vil senda flóttar til Ruanda í dag. Video

10:50

Pætur Zachariasson, sálarfrøðingur, greiðir frá um transgenerationalt trauma, og hvussu hópdráp ávirka ættarlið

11:05

Turið Maria Jóhansdóttir, aðalskrivari í Amnesty International Føroya, um mannrættindi og rættvísi

11:15

Næmingar úr Vestmanna skúla greiða frá, hvat tey hava lært av altjóða holocaustdegnum í dag

Onnur tíðindi

25.10.2024

Temasíða um filmin Hjartabørn í Kenja er nú á snar

Les meira
16.10.2024

Lesibókin Dropar 7 varð í dag heiðrað við…

Les meira
03.10.2024

PISA kanning verður aftur á vári 2025.

Les meira
23.09.2024

Bókarøðin fevnir um Grundbók, Arbeiðsbók,…

Les meira