Skip to main content

Lestrarmenning dagførd

05.07.2024

sBókin Lestrarmenning í dagførdari og víðkaðari útgávu til skúlaárið 2024/25.

Lestrarmenning kom út sum sBók í 2022 og nú vit skriva 2024 er bókin liðug. Upprunaliga vóru 4 kapitlar í bókini, Nýggj á miðnámi,  Lestrar- og arbeiðshættir, Vísindaástøði og Miðlan og samskifti, í lidnu útgávuni eru tríggir kapitlar komnir afturat Skrivlig miðlan, Munnlig miðlan og Próvtøka.

Christian Ihlen hevur skrivað kapittulin um vísindaástøði, meðan Randi Kúrberg hevur týtt hinar úr donskum úr bókini Studievaner på stx, eftir Lise Ludvigsen. Annie Fjallsá, Rúna Jakobsen og Maria Gregersen hava staðið fyri fakligu viðgerðini og tillaga til føroysk viðurskifti.

Lestrarmenning er tilfar bæði til næmingar, lærarar, læraratoymið og vegleiðarar á miðnámi.

Næmingarnir fara í hesari sBókini at arbeiða við tilfari, sum gevur teimum betri lestrarføri.

Lestrarmenning leiðbeinir um nýtiligar lestrarvanar, og hvussu haldgóður, fakligur ágóði fæst burtur úr miðnámsskúlatíðini. Leiðbeiningin fevnir um prei og snildi at nýta í munnligari og skrivligari miðling í dagliga arbeiðinum í skúlanum, í sambandi við uppgávur og próvtøku, eins og næmingurin eisini verður kunnaður um m.a. eftirmeting, nýgerð, og hvussu næmingurin finnur sín egna læringarstíl.

Onnur tíðindi

25.10.2024

Temasíða um filmin Hjartabørn í Kenja er nú á snar

Les meira
16.10.2024

Lesibókin Dropar 7 varð í dag heiðrað við…

Les meira
03.10.2024

PISA kanning verður aftur á vári 2025.

Les meira
23.09.2024

Bókarøðin fevnir um Grundbók, Arbeiðsbók,…

Les meira