Skip to main content

Nýmótans og væl hugsað søgutilfar til fólkaskúlan

22.02.2024

Forvitnislig bókarøð, ið er ætlað til undirvísing í lærugreinini søga- og samtíð byggir hegnisliga brýr millum fortíð, nútíð og framtíð. Tað er Nám, sum stendur fyri útgávuni, ið er ein nýmótans og væl hugsað tríeind. Ritstjórin heldur, at føroysk børn eiga at kenna søguna og grundina undir nútíðarsamfelagnum

Grein úr Skúlablaðnum - Orð: Jákup Bogi Joensen

- Føroysk børn eiga at læra um søguna, tí nógv í nútíðini kann greiðast frá í søguni og hevur týdning fyri samfelagið, sum vit kenna tað í dag.  

Tað sigur Gunvá Magnussen, ritstjóri á Námi, sum hevur ritstjórnað og lagt til rættis nýggju bókarøðina í lærugreinini søga- og samtíð. Bøkurnar eru tríggjar í tali og ætlaðar næmingum í 4., 5. og 6. flokki í fólkaskúlanum. Tann fyrsta kom í 2017, tann næsta árið eftir og tann triðja varð givin út í fjør.

- Endamálið er, at næmingarnir skulu bera kensluna av, at søgan er teirra, at tey eiga lut í søguni og hava ávirkan. Tí gera vit nógv burtur úr at knýta søgu og samtíð saman, sigur Gunvá Magnussen.

Hon vísir á, at næmingarnir ikki neyðturviliga skulu vita alt um søgu, men tey skulu kenna til søguna og hava fingið eina grundleggjandi fatan av, hvønn týdning søga og søguligar hendingar í fortíðini hava fyri nútíðina og samleikan hjá landi og fólki, sum í Føroyum býr.

- Eitt søguleyst fólk er eitt rótleyst fólk, sigur Gunvá Magnussen.

Tað hevur eisini stóran týdning, heldur hon, at bøkurnar eru á føroyskum upprunamáli.

- Tað er púra avgerandi, at málið er føroyskt og tilfarið viðkomandi og rótfest í føroyskum viðurskiftum. Um tilfarið ikki endurspeglar veruleikan og umhvørvið, sum næmingurin veksur upp í, er stórur vandi fyri, at næmingurin fer ikki at kenna seg aftur og knýta seg at søguni, men gerst rótleysur, sigur Gunvá Magnussen.

Tað er Erling Isholm, søgufrøðingur, sum hevur skrivað bøkurnar. Arbeiðið er gjørt í tøttum samstarvi við Nám og ritstjóran. Eisini hevur ein fylgibólkur, millum annað mannaður av trimum lærarum, sum undirvísa ella hava undirvíst í søgu í fólkaskúlanum, fylgt arbeiðinum. Ein teirra hevur undir tilgongdini verið í starvi á Tjóðsvaninum. Ein vegleiðing til læraran fylgir við hvørjari bók, og ein av bókunum - tað er hon til 6. flokk - er lesifrøðiliga viðgjørd. Tað merkir, at ein útbúgvin lesifrøðingur hevur mett um, hvørt innihaldið samsvarar við væntaðu førleikarnar hjá næmingunum at skilja og fata tekst.

- Tað er okkara vón, at bøkurnar nøkta tørvin, so lærarar ikki hava fyri neyðini at leita aðrastaðni eftir undirvísingartilfari í søgu- og samtíð, sigur Gunvá Magnussen.

 

Fortíð, nútíð og framtíð

Ritstjórin ásannar, at næmingarnir í uppvaksandi ættarliðnum eru børn av síni tíð. Tí er nógv gjørt til tess at tryggja, at søguligu hendingarnar, sum viðgjørdar verða í bókunum, allatíðina verða settar í samband við og knýta seg at okkara tíð.

- Soleiðis verða næmingarnir mintir á, at nútíðin byggir á fortíðina, og at teir umboða nútíðina, sum einaferð verður søga, sigur Gunvá Magnussen.

Hon vísir á dømi, hvussu næmingarnir ítøkiliga kunnu arbeiða við søguligum tilfari. Til dømis er ein uppgáva í bókarøðini hugsað soleiðis, at næmingarnir skulu leita fram eina mynd úr fortíðini, tað kann vera av einum staði í býnum ella í bygdini, og síðani taka eina nýggja mynd á sama stað.

- Soleiðis kunnu næmingarnir samanbera fortíð og nútíð og samstundis leggja lunnar undir søgu, ið komandi ættarlið kunnu nýta gott av, sigur Gunvá Magnussen.

Onnur dømi eru eisini, hvussu arbeiðast kann við nýggja tilfarinum. Til dømis verður heitt á lærarar um at nýta náttúruna og søguligu støðini, sum eru í býnum ella í bygdini sum pall í sjálvari undirvísingini. Á tann hátt fær undirvísingin ein lokalan og heimligan dám, ið knýtir næmingarnar tættari at hendingunum, sum bøkurnar lýsa.

- Tað finnast søguligar leivdir í næstan hvørjari bygd í Føroyum. Hetta eru dýrgripir, ið lærarar lættliga kunnu hugsa inn í undirvísingina og fara við næmingunum út á søguligu støðini. Tað er altíð hugaligt at vera á staðnum og uppliva, sigur Gunvá Magnussen.

 

Kvinnan fær sítt pláss

Ein spurningur, sum javnan er til umrøðu, tá um søguligt tilfar og keldutilfar viðvíkur, er spurningurin um kyn.

- Ofta er søga skrivað av monnum. Kvinnan er sjáldan til staðar, og tað er spell. Soleiðis var tað fyrr, og tað kunnu vit ikki broyta, tí tað er at vreingja veruleikan. Men vit kunnu gera tað øðrvísi frameftir og fyri eftirtíðina vísa, at gentur og kvinnur eiga sítt pláss og sín leiklut í søguni, sigur Gunvá Magnussen.

Nýggju søgubøkurnar hava í ógvuliga stóran mun henda veruleika fyri eyga. Tilvitanin um at skriva gentur og kvinnur inn í søguna er eyðsýnd, og serliga í bókini, sum er ætlað næmingum í 6. flokki, fáa kvinnurnar stóra rúmd.

Ein partur snýr seg um kvinnur á arbeiðsmarknaðinum, og dømini eru eitt nú um kvinnuligar flogskiparar - í fleirtali. Víst verður eisini á kvinnur, sum so ella so hava átt og framvegis eiga stóran lut í menningini av føroyska samfelagnum. Hugtakandi er eitt nú søgan um Sigrid Niclasen, sum í 1917 vann kappingina við Tórshavnar kommunu um bygningin og tók við í gamla bókhandli eftir pápan H.N. Jacobsen.

Í sambandi við søguna um Sigrid hava ritstjórin og høvundurin megnað at hugsa nýtt og øðrvísi og snildisliga orðað, at hin so navnframi Doktar Jacobsen var bróður Sigrid. Hetta kann tykist at hava lítið upp á seg, men ofta hevur verið sagt og orðað í søguni, at Sigrid var systir Doktar Jacobsen. Men til ber eisini at siga, at Doktar Jacobsen var bróður Sigrid. Orð hava týdning og skapa veruleikar.

Søgan um fakfelagshetjuna Andreu Árting og hin um Maritu Petersen, sum var fyrsti kvinnuligi løgmaður Føroya, eiga sítt serstaka pláss. Tað sama eigur søgan um Ninnu Arge Jacobsen. Tað var hon, ið seymaði fyrsta føroyska borðflaggið, Merkið. Nútíðarsøga er eisini skrivað við Eivør Pálsdóttir sum fyrimynd.

Annars eru bøkurnar á tremur við søgum og sagnum um mangt og hvat - bæði við kvinnum og monnum. Og júst keldurnar og vantandi keldur er nakað, ið ritstjórnin og høvundurin hava lagt stóran dent á. Til dømis er týðiliga frámerkt, nær talan er um fiktivar ella livandi søgur og sagnir av mannamunni, sum ikki eru niðurfeldar og skjalfestar í søguligum keldum. Hetta er liður í royndini at gera næmingarnar tilvitaðar um keldur og keldukritikk og kenna mun á, nær ein kelda er sonn og álítandi, og nær hon ikki er tað. Eisini er stórur dentur lagdur á at kenna mun millum fyrstuhonds keldu og aðrar keldur.

 

Er hjúklað um allar lutir

Tað er ikki bara sum at siga tað at gera nýtt og søguligt tilfar um Føroyar og útheimin á føroyskum máli til uppvaksandi ættarliðið, ið setir stór krøv og hevur alskyns miðlar og pallar at spæla sær á, eisini útlendskar.

Tí er nógv lagt fyri í royndini at gera tilfarið bæði viðkomandi og spennandi, men eisini vakurt og innbjóðandi fyri næmingarnar. Hjúklað er um allar lutir, og hugsað er í stóran mun um at røkka næmingunum á ymsan hátt og á ymsum pallum. Til dømis við teksti, myndum og tekningum.

- Sumt er trupult at siga frá við orðum og lættari at vísa við myndum og tekningum. Eitt dømi eru broytingarnar í Føroyum frá landbúnaðar- til fiskivinnusamfelag. Tær tekningarnar lýsa hesar samfelagsligu broytingar ógvuliga væl og eru lættar hjá næmingunum at skilja, sigur Gunvá Magnussen.

Hon leggur tó dent á týdningin, at fáa næmingarnir lesa. Tí er teksturin ofta býttur í smáar bitar og miðlaður á ein lættan og lesivinarligan hátt. Eisini er hugsað í ljóði og ljóðmyndum, og tá verður víst til i-bókina, sum er partur av verkætlanini og finst á netinum.

Nýggja undirvísingartilfarið er við øðrum orðum ein modernaður pakki til tíðina. Men bókin í klassiskari pappírsútgávu er tó framvegis fremsti miðilin. Og væl er hugsað og lagt til rættis, tí bøkurnar eru eitt framhald hvør av aðrari. Hugsað er allatíðina um málbólkin, tað er um floksárgangin, og hvussu tilfarið verður miðlað á ein so lættan og skilligan hátt sum til ber við hóskandi avbjóðingum og uppgávum til næmingarnar.

Ein vegleiðing fylgir við hvørjari bók, sum er ætlað læraranum og lýsir, hvussu tilfarið kann nýtast. Ein spennandi avbjóðing eru teir sokallaðu undranarspurningarnir. Hetta eru spurningar, ið knýta seg til innihaldið og kunnu eggja til undran hjá bæði næmingum og lærarum. Hugskotið er, at lærarin kann nýta hesar spurningar sum eina byrjandi samrøðu, so næmingarnir lættari komast við innihaldið, so hvørt bókini líður. 

Hjúklað er eisini um grafiska samspælið millum uppseting og innihald. Teksturin er ofta stuttur og greiður og lættur at lesa. Hvør partur byrjar við eini stuttari frásøgan um, hvat er í væntu á næstu síðunum, og ein tíðarlinja ger greitt, hvat tíðarskeið í søguni innihaldið í bókini fevnir um. Ein breddi er gjørdur, sum greinar orð og týdningar, ið kunnu vera torfør og trupul at skilja hjá næmingunum og krevja eina nærri frágreiðing. Somuleiðis eru kort teknað og avmyndað, so næmingurin allatíðina fær at vita, hvar søguligu hendingarnar fara fram. Tað kann til dømis vera í Føroyum, í Norðurlondum, í Evropa ella longri úti í heimi. Er talan um hendingar í Føroyum, verður greitt tilskilað, hvør bygdin ella býurin er, og víst verður til ítøkiligu staðsetingina.

 

Ábyrgdin

Gunvá Magnussen heldur, at ábyrgdin at tryggja, at føroysk skúlabørn kenna søguna áliggur øllum pørtum í skúlaverkinum. Men eisini foreldrum og næmingum og øðrum pørtum uttan fyri skúlan.

- Ábyrgdin er felags, sigur hon.

Spyr ikki, hvat landið kann gera fyri teg, men hvat tú kann gera fyri landið, segði amerikanski forsetin John F. Kennedy á sinni.

- Vit kunnu øll geva okkara íkast og ávirka søguna. Spyr tí, hvør tín lutur skal vera. Ábyrgdin fyri søguni, nútíðini og framtíðini er okkara alra, sigur Gunvá Magnussen.

 

FAKTA:

Søga 4, 5 og 6 eita skúlabøkurnar, sum Erling Isholm, søgufrøðingur, hevur skrivað og Gunvá Magnussen á Námi ritstjórnað og lagt til rættis.

Tað eru Anni Arge Jacobsen og Janni Johansen, sum hava teknað tekningarnar og umbrotið bøkurnar.

Fylgibólkurin, sum hevur fylgt arbeiðinum, hevur verið mannaður av Regini Debess, Petru Sjóstein, Sigurlaug Fossdal og Augustu Egholm Petersen. 

Bøkurnar eru ætlaðar næmingum frá fjórða til og við sætta flokk. Undirheitini “Ein søguferð”, “Eitt land í menning” og “Spírar til nútíðarsamfelagið” lýsa innihaldið, ið setir sjóneykuna á søguligu gongdina í Føroyum frá víkingatíð til okkara dagar. Evnini eru fjølbroytt og spennandi, frá søgum um sjórænarar til politisk nútíðarviðurskifti og alt har ímillum. Tilfarið er hegnisliga miðlað og hugsað til fleiri pallar. Bøkurnar eru vorðnar til í drúgvari tilgongd og í tøttum samstarvi millum starvsfólk í ymsum liðum og aðrar almennar stovnar, eitt nú Tjóðsavnið, Landsskjalasavnið, Landsbókasavnið og Kringvarpið.

Page Redirection If you are not redirected automatically, follow this link to example.

Onnur tíðindi

Mynd av drongi, ið hyggur at grafum
17.04.2024

Hesa vikuna eru allir næmingar í 4. og 6. flokki…

Landsroynd Landsroyndir Landsroyndir 2024
Les meira
19.03.2024

Starv sum námsráðgevi í føroyskum á yrkis- og…

Les meira
12.03.2024

Í sBókini Plantur til matna eru meira enn 150…

Les meira
04.03.2024

Nám gevur út tvey nýggj Hey!-hefti, sum eru ætlað…

Les meira