Skip to main content

Nýtt føroyakort

12.10.2022

Karina Petersen og systirin Lý skoða nýggja føroyakortið hjá Námi, sum kemur úr nýggja stórprentaranum hjá Føroyaprenti.

Karina er í læru sum grafiskur tøkningur, og systirin, Lý, sum gongur í 9. flokki í Fuglafjarðar skúla, er í starvslæru.

Tað er Hans Olof Engberg, kortfrøðingur á Umhvørvisstovuni, ið hevur teknað nýggja føroyakortið, ið fæst sum plakat. Kortið er ment saman við Námi og forlagnum Trap.

Tá Nám í 2014 gav út Atlas til heim og skúla saman við Harper Collins, teknaði Rói Højgaard nýtt føroyakort til útgávuna.

Eins og tá eru fleiri enn 1.700 staðarnøvn, ið Staðarnavnanevndin góðkendi, á føroyakortinum, sum er í stødd 1:100.000.

Nýtt er, at bygt øki er merkt við klárum gulum liti og bøur við grønum. Kortið er eisini teknað við hæddarstrikum, har 50 metrar eru millum hvørja.

Til tess at síggja henda neyvleika, er kortið prentað við nýggjastu UV tøkni hjá Føroyaprenti. Kortið, sum er til skúlabrúks, er tað einasta, ið hevur hæddir á landi og dýpi á sjógvi á sama prenti.

Kortstøddin er 120 x 80 cm, og pappírsstøddin er 10 cm størri allan vegin runt. Nýggja føroyakortið hjá Námi fæst í Bókamiðsøluni og kostar 478 krónur.

Onnur tíðindi

13.12.2024

Nám gevur út bókina “Úr gomlum ritum” við…

Les meira
03.12.2024

Týskvøldið varð avdúkað í Havnar Bio, at…

Les meira
30.11.2024

Leikurin Romeo og Julia, sum nú hevur tær seinastu…

Les meira
14.11.2024

Sum liður í arbeiðinum at menna fyribyrgjandi átøk…

Les meira