Skip to main content

Dagførdar námsætlanir til miðnám

05.07.2019

Í sambandi við at skrivligu próvtøkurnar í Danmark eru dagførdar, hevur verið arbeitt við at dagføra føroysku námsætlanirnar í lærugreinum, har danskar próvtøkuuppgávur verða nýttar.

Nám hevur staðið fyri dagføringunum, sum eru gjørdar í samráð við faklærarar á skúlunum. Dagførdu námsætlanirnar koma í gildi 1. august 2019. Talan er um hesar námsætlanir:

Alisfrøði A og B – Náttúrubreyt, alisfrøði A og B – Tøknibreyt, franskt A, spanskt A, týskt byrjanarmál A, týskt framhaldsmál A, tónleikur A og tøknifrøði A og B.

Harumframt er námsætlan gjørd fyri lærugreinina forritan B, og forritan C er samsvarandi dagførd. Smáar dagføringar eru eisini gjørdar í vinnurætti C.

Arbeiðið við at dagføra námsætlanirnar í støddfrøði heldur fram, og væntandi verður námsætlanin í støddfrøði C klár til skúlaársbyrjan.