Skip to main content

EduArtic styrkir náttúruvísindi

01.02.2017

EduArctic styrkir náttúruvísindaligar førleikar hjá næmingum

Tíðindaskriv 23. januar 2017

EduArctic er ein ES-verkætlan, sum bjóðar skúlum inn í vísindaliga umhvørvið við hugtakandi søgum frá arktiskari gransking í m.a. Føroyum, Svalbard, Íslandi og Noreg. Verkætlanin vendir sær serliga til ung og lærarar teirra í framhaldsdeild og miðnámsskúlum við fyrilestrum, kappingum, kanningum og øðrum.

Jarðfeingi og samstarvspartar í Føroyum luttaka saman við stovnum í Póllandi, Fraklandi, Íslandi og Noreg í EduArctic-verkætlanini, sum heldur fram til 2018.

Úrslitini frá PISA-kanningunum, sum vórðu almannakunngjørd í desember, vístu, at stórur tørvur er á fjøltáttaðum undirvísingartilfari til skúlar innan náttúruvísindalig og tøknilig evni. Tað er nakað av hesum, sum EduArctic-verkætlanin bjóðar.

EduArctic-verkætlanin er samansett av fimm eindum:

• Webinar-fyrilestrar um náttúruvísindi og arktiska gransking.

• Polarpedia, sum lýsir vísindalig hugtøk og ymiskt undirvísingartilfar á fimm ymiskum málum.

• Arktisk kapping fyri skúlanæmingar í øllum Evropa, har vinningurin er ein arktisk kanningarferð.

• Náttúrukanningar í umhvørvinum kring skúlan.

• Læraraskeið.

Í hesum døgum byrja undirvísingartilboðini til skúlar í Føroyum og kring alt Evropa. Skráin við m.a. kapping og fyrilestrum er at síggja á portalinum hjá verkætlanini: Edu-arctic.eu.

Lærarar í fólkaskúlum og miðnámsskúlum hava møguleika at tekna seg og gera gagn av ókeypis tilboðum, sum verkætlanin bjóðar.

Les tíðindaskrivið sum PDF

 

Fleiri upplýsingar um EduArctic-verkætlanina:

Portalur: edu-arctic.eu

Videofilmur við føroyskari rødd: https://www.youtube.com/watch?v=MPLNHfLJksI 

Videofilmur við enskari rødd: https://www.youtube.com/watch?v=TZt-aplCA4c&t=25s 

Føroyskur faldari: http://edu-arctic.eu/images/promotional/Brochure_EDUArctic_Faroese.pdf   

Lærarar kunnu tekna seg: http://edu-arctic.eu/program/teachers/register  

Tíðindabræv til øll áhugað: http://edu-arctic.eu/program/subscriptions/new