Skip to main content

Flokkar í framhaldsdeildini skiftir út við evnisbreytir

15.05.2009

Erikstrupskúlin i Store Heddinge, Sæland, fer frá 1. august 2009 at býta næmingarnar í framhaldsdeildini í evnisbreytir.

Við hesum fara næmingarnir at vera meira við og glaðari, tá teir sjálvir sleppa at ávirka sína skúlagongd, sigur skúlaleiðarin.

Næmingarnir kunnu velja seg inn á eina evnisbreyt av triðmum:

Mál og mentan
Dentur verður lagdur á danskt, enskt, tyskt, samfelagslæru, søgu og kristni. Møguligar undirvísingargongdir: Skriva og les av lívsins hugi. Vit gera teknirøðir og film Heimsins mál Ferðaleiðari í Berlin Borgarstjóri í ein dag.

Sniðgeving og handverk
Dentur verður lagdur á dansk, enskt, støddfrøði, sniðgeving og handverk. Møguligar undirvísingargongdir: Listfrøði (arktitektur) Móti Myndir Tónleikur Teir fimm heimspartarnir Sangleikir og Filmur.

Team Science
Dentur verður lagdur á alis-, evna- og lívfrøði, landalæru og støddfrøði. Møguligar undirvísingargongdir: Tann altjóða pitsan Veðurlagsumboð Frá "ytt" til nýtt Heilsa.

Komandi skúlaár verður hetta bert fyri 7. og 8. flokk, men næsta skúlaár verður 9. flokkur eisini við.

Vitja heimasíðuna hjá skúlanum www.erikstrupskolen.dk/

Les meiri á www.folkeskolen.dk/ObjectShow.aspx?ObjectId=57375

 

Heini Nygaard lagt út