Skip to main content

Móttøka á Tjóðsavninum um sólarmyrking

16.03.2015

Í sambandi við sólarmyrkingina verður ein framsýning á Tjóðsavninum, Brekkutúni 6 í Hoyvík. Søvn Landsins, Jarðfeingi og Nám skipa fyri.

Serframsýning um sólarmyrking er latin upp á Tjóðsavninum, Brekkutúni 6 í Hoyvík, og í dag kl 16 verður almenn móttøka.

Vegna forfall er áður lýsta skrá broytt og í dag verður tað Pól Jespersen, sum fer at greiða frá um sólarmyrkingar, og hvussu vit kunnu fyrireika okkum til hesa stórhending.

Serframsýningin lýsir sólarmyrkingar, hví tær henda og hvussu vit kunnu fyrireika okkum til dagin tann 20. mars. Framsýningin lýsir eisini søguligar sólarmyrkingar við denti á søgur frá fullu sólarmyrkingina í Føroyum í 1954.

Tjóðsavn í Brekkutúni 6 í Hoyvík hevur opið hvønn dag frá kl 14 til 18 í tíðarskeiðnum frá 13. til 27. mars. Høvið er hjá vitjandi at síggja allar framsýningarnar um søgu og náttúrsøgu Føroya.

Framsýningin um sólarmyrkingina er framleidd í samstarvi millum Søvn Landsins, Jarðfeingi og Nám.