Skip to main content

Nám í rúmdini

04.11.2014

Framsýning og bøkur fyri serprís

20. mars í 2015 kl. 9.41 er full sólarmyrking Føroyum. Hetta er fyrstu ferð síðan 1954, at full sólarmyrking er í Føroyum, og hon verður ikki aftur fyrr enn í 2141, so tað er nú - hjá okkum øllum - at høvið er.

 

Í sambandi við sólarmyrkingina hevur Nám sett evnið á skrá. Í viku 44 hevði Nám nøkur skeið, har høvuðsevnið var rúmdin. Einir 75 lærarar vóru á hesum skeiðum. Í savninum í Námi stendur í hesum sambandi ein framsýning uppi, umframt at vit hava funnið nógv undirvísingartilfar fram, sum vísir á góð dømi, sum lærarar kunnu brúka í undirvísing um rúmdina. Hetta er undirvísingartilfar til allar aldrar og øll møgulig ymisk fak.

Í sambandi við átakið er síða gjørd á Snar. Sí leinkju http://snar.fo/solarmyrking

Serlig bókatilboð:

Virðislønta bókin “Rúmdin”, sum Pól Jespersen hevur skrivað, og Nám givið út, verður í sambandi við átakið seld fyri serprís, sum er 200,- kr. eintakið.

Krabbabókin “Úti í rúmdini”, sum Beinta Johannesen hevur skrivað, verður eisini seld fyri serprís, sum er 75,- kr. eintakið. Krabbabókin er grundað á útgávuna “Rumdin” eftir Pól Jespersen.

Báðar bøkurnar fáast í Námi fyri nevnda serprís.