Skip to main content

13 føroyskar orðabøkur í lumman

15.11.2013

Nú er appin til orðabøkurnar á sprotin.fo klár! Hevur tú teldil ella snildtelefon, er nógv fittligari at brúka appina heldur enn vanligan internetkaga.

Nú er appin til orðabøkurnar á sprotin.fo klár! Hevur tú teldil ella snildtelefon, er nógv fittligari at brúka appina heldur enn vanligan internetkaga. Í appini eru 10 orðabøkur millum føroyskt og onnur mál umframt 3 føroyskar orðabøkur.

Sniðið er einfalt og lætt at nýta. Funkur, sum eru í netorðabókunum, eru eisini í appini, t.d. føroysk bendingasnið til flestøll føroysk leitorð, tú kanst leggja orð í tín yndislista, deila orð á sosialu miðlunum og samskifta við tann, sum varðar av orðabókini, sum tú ert í. 
Appin er á føroyskum og enskum.  


Appin er ókeypis at brúka til 1.1.2014. 

APPIN ER AT FÁA HER (Far inn við TELDLINUM ella TELEFONINI):
iPhone og iPad: Skanna QR-kotuna á myndini, ella far til http://m.sprotin.fo
AndroidGoogle Play