Skip to main content

Hví er danskt so torført!

08.08.2011

30. november 2011 skipar danska undirvísingarmálaráðið fyri ráðstevnu í Keypmannahavn. Latin verður ferðastuðul til føroyskar og grønlendskar luttakarar.

Ráðstevnan er partur av norðurlendsku málherferðini, sum hevur til endamáls at menna grannamálsfatanina hjá norðurlendingum.

Dentur verður á ráðstevnuni lagdur á danska málið, bæði sum móðurmál, men ikki minst sum grannamál hjá norðurlendingum, sum ikki hava eitt skandinaviskt mál sum móðurmál.

Ráðstevnan er ætlað lærarum í fólkaskúla og á miðnámi. Fyrireikararnir vilja gjarna hava fleiri luttakarar frá Grønlandi og Føroyum, og tí verður ferðastuðul latin til grønlendskar og føroyskar luttakarar.

Les meira her

Lagt út: Sólvá Jónsdóttir, ráðgevi