Skip to main content

Nýggjar bøkur til danskt

11.05.2011

Savnið hjá Námi hevur nógv tilfar til undirvísing í donskum. Millum nýggjastu útgávurnar eru undirvísingarheildirnar Fandango og Vild med dansk.

Fandango er ætlað næmingum upp til sætta flokk, og Vild med dansk er til framhaldsdeildina. Lærarar og skúlar kunnu læna bøkur til kunning, og hetta hava nógvir lærarar longu gjørt, sigur bókavørðurin hjá Námi, Oyvør Lassen.
-    Hesar bøkurnar eru væl umtóktar, og nógvir skúlar hava keypt bæði Fandango og Vild med dansk, eftir at tey hava lænt og kannað tær.

Nám hevur eitt stórt kunningarsavn, har lærarar og stovnar kunnu seta seg inn í nýggjasta danska undirvísingartilfarið. Nógv av hesum er til láns, og til ber at læna online her.

Seinastu bøkurnar í Fandangoheildini komu út í 2010, og folkeskolen.dk hevur ummælt tær her.

Vild med dansk til níggjunda flokk kom eisini út í 2010, og folkeskolen.dk hevur eisini ummæli av tí bókaheildini her.