Skip to main content

Nýggjar spennandi bøkur til enskt í 6. og 7. flokki

22.06.2010

Føroya Skúlabókagrunnur gevur út nýggjar bøkur til enskt í 6. og 7. Flokki. Pit Stop 6 og Pit Stop 7 eru fyrstu útgávurnar í bókarøðini Pit Stop. Seinni koma Pit Stop 8 og Pit Stop 9.

Bókarøðin Pit Stop fevnir um arbeiðsbók og tekstasavn til næmingarnar og tvær lærarabøkur. Onnur lærarabókin er eitt savn við avritssíðum og hin er ein bók við vegleiðingum og øðrum stuðlandi tilfari. Eitt fløgusavn er harumframt til læraran og ein fløga til næmingarnar. Afturat hesum er eisini ein heimasíða á Snar, og danska forlagið Alinea hevur hesar heimasíður ávikavist Pit Stop 6 og Pit Stop 7.

Arbeiðsbókin, sum kann verða nýtt umaftur, hevur nógvar fjølbroyttar uppgávur til næmingarnar. Samstundis er hon vegurin inn í tekstasavnið.

Tekstasavnið  hevur enskt-føroyskar glosur á hvørjari síðu umframt tveir glosulistar aftast, ein meiri útdjúpandi lista fyri hvønn tekst sær og ein alfabetiskan lista.

Læraravegleiðingin veitir læraranum innlit í eitt nú teoretiska vitan, ymiska bakgrundsvitan umframt vegleiðing til alt tilfarið í bókunum.

Sami prísur er galdandi fyri báðar árgangirnar sær.  Næmingabókin kostar 159 kr., arbeiðsbókin 145 kr., lærarabøkurnar til samans 600 kr., og lærarafløgurnar kosta 698 kr.

Lagt út: Rói Joensen