Dýrið bløðir
18.09.2014
Á Snar er filmur eitt tema, ið er lagt undir skaldskap og miðlar. Her ber til at brúka føroyskar stuttfilmar í undirvísingini, sum Nám hevur keypt rættindi til og gjørt perspektiverandi uppgávur til. Fleiri føroyskir filmar verða keyptir til endamálið, so savnið veksur. Filmstilfarið vendur sær til elstu flokkar í fólkaskúlanum og til miðnám. Nýggjasta filmsevni hevur yvirskriftina ‘Dýrið bløðir’ og er um, hvussu blóð verður brúkt og fatað í miðlum og á filmi, ikki minst í sambandi við grindadráp.
Her er slóð til evnið ‘Dýrið bløðir’