Vinn 30.000
Aftur í ár skipar Nám fyri stuttfilmskapping fyri hádeild og miðnámi um Heimsmálini hjá ST, har vinningurin er 30.000 kr.
Filmurin skal í mesta lagi vera 7 minuttir og snúgva seg um tey burðardyggu heimsmál, sum hava við lívið í havinum at gera.
Freistin at lata filmin inn er 23. november 2020.
Vinnarin verður kunngjørdur í Havnar Bio fríggjakvøldið hin 4. desember klokkan 19.
Tá verða teir filmar, sum dómsnevndin hevur úrvalt, sýndir og øll, sum eru við í kappingini sleppa ókeypis inn og fáa poppkorn og kola.
Árni Øregaard, sum sæst á myndini, er formaður í dómsnevndini.
Allir lærarar í landinum hava fingið boð um kappingina. Eru tó spurningar um stuttfilmskappingina hjá Námi, ber til at skriva til filmskapping@nam.fo ella ringja tel.: 555179.
Tak niður plakatir um filmskappingina. Onnur til næmingin og hin til læraran.