At rokna við einum hjóli
Roknihjólið er ætlað øllum næmingum í miðdeild og hádeild í fólkaskúlanum. Hetta er ikki eitt vanligt amboð í rokning, men eitt gott ískoyti til fjølbroytta undirvísing. Á hjólinum eru ymisk fakta og áhugaverd støddfrøðilig hugtøk. Tað er sum at hava ein lítlan roknivin við sær á leiðini, sum kann gera læringina stuttligari.
Hjólið fæst til keyps á Bókamiðsøluni.
Johann Petersen, støddfrøðilærari sigur um roknihjólið:
Roknihjólið hjá Námi er eitt stuttligt og brúkiligt formlasavn, ið kann nýtast sum hjálparamboð í støddfrøði. Eisini kann tað brúkast til at birta støddfrøðiligt forvitni hjá næmingunum. Roknihjólið hevur eina ørgrynnu av áhugaverdum støddfrøðiligum fakta, sett upp eitt sindur øðrvísi. Eg dugi at síggja fyri mær, at summir næmingar fara at sita leingi við tí og dýpa seg burtur, og hvør veit, um ikki okkurt støddfrøðiligt gjøgnumbrot spyrst burturúr.