Føroysk bindibók millum tær bestu í Evropa

18.10.2023
Binda kom á úrvalslistan fyrst í oktober, og í dag, fyri lítlari løtu síðan, er kunngjørt á bókamessu í Frankfurt, at hon er millum tær bestu innan skúlabókaútgávu til handaligu lærugreinirnar í fólkaskúlanum.
“Eg visti, at bókin var góð, og í samráð við bókatoymisleiðaran í Námi meldaði eg hana til kappingina. Í dag hava vit so fingið eitt fløvandi herðaklapp frá evropeisku dómsnevndini,” sigur Karina Toftegaard, ritstjóri.
Nám ynskir Sandru Sørensen til lukku við heiðursmerkinum.