IntoWords á føroyskum
Orsøkin til verkætlanina er, at stórur tørvur er at fáa eitt forrit, ið kann nýtast á øllum eindum. Forritið CD-orð, sum fleiri kenna, er avmarkað til Windows-teldur, og kann tí ikki nýtast á t.d. Chromebook, Mac, teldlum og telefonum. Hetta samsvarar illa við veruleikan, har tað er sera ymiskt, hvørjar eindir verða nýttar. Væntandi fer menningin og viðlíkahaldið av CD-orð eisini at minka so líðandi, og tí er neyðugt at fáa ein annan møguleika á føroyskum.
Fyrsta útgávan av IntoWords skal verða klár til 1. januar 2023. Samstundis verða tað eisini Nám og Undirvísingarstýrið, sum fara at yvirtaka umsitingina av forritinum. Teir skúlar, stovnar og privat persónar, sum hava hald til forritið halda fram við haldinum sum áður, og fara framhaldandi at hava atgongd til CD-orð, so leingi hetta forritið er á marknaðinum.
Í sambandi við hesa broyting fer Nám, saman við Vitec, at skipa fyri skeiðum, har undirvíst verður í nýtsluni av IntoWords. Hesi skeiðini verða hildin í nakrar dagar fyrst í februar mánaði. Fyri at fyriskipa hesi skeið er neyðugt at vita, hvussu stórur tørvurin er. Tí heitir Nám á tey, sum ynskja at luttaka á skeiðunum, at melda seg til skeiðini. Hetta verður gjørt við at trýsta á leinki niðast á síðuni. Tey ymisku skeiðini síggjast niðanfyri. Um stórur áhugi er fyri onkrum av skeiðunum, verður tað hildið fleiri ferðir. Um lítil áhugi fyri onkrum skeiðið, fellur tað burtur í hesum umfarinum.
Eftir 1. januar 2023 skulu brúkarar av forritunum venda sær til Nám fyri at fáa hjálp ella fyri at keypa forritið. Hetta kann gerast við at ringja til 665161 ella við at skriva til kt@nam.fo.
Leinki til tilmelding: Tilmeldingar til IntoWords skeið
Skeiðslýsingar:
Grundskeið um IntoWords | |
Stutt lýsing | Á skeiðinum fáa luttakararnir innlit í og verða kunnaðir um høvuðsmøguleikarnir í IntoWords, so teir verða førir fyri at nýta amboðið í gerandisdegnum, bæði í skúlanum og á arbeiðsplássinum Endamálið við skeiðinum er, at IntoWords gerst ein natúrligur partur av gerandisdegnum. Hetta skal hjálpa luttakarunum at loysa lesi- og skriviuppgávur skjótari og betri, sum eina jaliga ávirkan á arbeiðsgleðina og arbeiðsvirkni. Harumframt verða lærarar førir fyri at vegleiða næmingum í IntoWords. Egin telda skal takast við til verkligar venjingar. |
Innihald |
|
Málbólkur | Øll: Lærarar, undirvísarar, tilkomnir brúkarar (starvsfólk í tí almenna og privata) |
Longd | 3 tímar
|
Undirvísing við orðblindni í huga | |
Stutt lýsing | Við støði í hugtakinum “undirvísing við orðblindi í huga” verður hugt at, hvussu vit tryggja okkum, at vit kunnu kann hjálpa næmingum við skerdum lesiførleika og samstundis kunnu hjálpa teimum við arbeiðsminninum. Luttakararnir vera førir fyri at leggja til rættis og gjøgnumføra eina undirvísing, har orðblindni er í huga, so næmingurin kann luttaka í undirvísingini á jøvnum føti við hinar næmingarnar. |
Innihald |
|
Málbólkur | Lærarar, undirvísarar, námsfrøðingar, serskúlalærarar
|
Longd | 3 tímar
|
Lesi- og skrivitøkni (LST) í náttúruvísindi og støddfrøði | |
Stutt lýsing | Við støði í serstaka fakmálinum í støddfrøði og náttúruvísindi verða orð sett á avbjóðingarnar hjá orðblindum í hesum lærugreinum. Hugt verður eisini at, hvussu IntoWords kann lofta hesum avbjóðingunum hjá næmingunum. Luttakararnir fáa innlit í og verða kunnaðir um høvuðsmøguleikarnir í IntoWords, so luttakararnir kunnu vegleiða næmingum í at nýta LST-funkur og mannagongdir skynsamt. Harumframt er skeiðið ein innleiðing til tað nýggja IntoWords og tær funkur, ið forritið hevur. Luttakararnir gera fleiri verkfrøðiligar venjingar á skeiðinum, og tí skal egin telda takast við. |
Innihald |
|
Málbólkur | Lærarar, undirvísarar, námsfrøðingar, serskúlalærarar |
Longd | 3 tímar
|
Lesi- og skrivitøkni (LST) í hugvísindi | |
Stutt lýsing | Við støði í hugvísindini, har sera nógv skal lesast og skrivast, verður hugt at, hvussu IntoWords kann hjálpa næmingum við skerdum lesi- og skriviførleika. Luttakararnir fáa innlit í og verða kunnaðir um høvuðsmøguleikarnir í IntoWords, so luttakararnir kunnu vegleiða næmingum í nýta LST-funkur- og mannagongdir skynsamt. Harumframt er skeiðið ein innleiðing til tað nýggja IntoWords og tær funkur, sum forritið hevur. Luttakararnir gera fleiri verkfrøðiligar venjingar á skeiðinum, og tí skal egin telda takast við. |
Innihald |
|
Málbólkur | Lærarar, undirvísarar, námsfrøðingar, serskúlalærarar |
Longd | 3 tímar |
Lesi- og skrivitøkni (LST) í mállærugreinum | |
Stutt lýsing | Við støði í ástøðini um at ogna sær fremmanda mál verður hugt at teimum avbjóðingum næmingar við orðblindi og lesi- og skriviveik hava, tá teir læra eitt fremmandamál - og hvussu hesar avbjóðingar kunnu loysast. Harumframt er skeiðið ein innleiðing til tað nýggja IntoWords og tær funkur, sum forritið hevur. Luttakararnir gera fleiri verkfrøðiligar venjingar á skeiðinum og tí skal egin telda takast við. |
Innihald |
|
Málbólkur | Lærarar, undirvísarar, námsfrøðingar, serskúlalærarar |
Longd | 3 tímar
|