Skip to main content

Kanningarsavnið handað landstýrismanninum

08.04.2022

Hósdagin 7. apríl, fekk landsstýrismaðurin handað nýtt føroyskt kanningartilfar frá Liljuni Thomsen, Tove Jacobsen og Monu Nattestad Steintún.

Kanningarsavnið er nýtt føroyskt kanningartilfar, sum serliga er ætlað til næmingar í miðdeild fólkaskúlans, er nú tókt hjá skúlunum.Tað er tó ein fortreyt, at lærarar, sum nýta tilfarið, hava fingið innlit í, hvussu tilfarið eigur at verða nýtt. Nám er farið í holt við at fyriskipa skeið í tilfarinum í samstarvi við lærarnar, ið hava gjørt tilfarið.

Kanningarsavnið er mál- og minniskanningar til næmingar í 3. og 5. flokki. Tilfarið kann eisini brúkast til eldri næmingar, sum hava ymiskar málsligar avbjóðingar. Tilfarið er ætlað lærarum í førleikastovum, orðblindalærarum, serlærarar og lesivegleiðarum. Við tilfarinum fylgja ráð og hugskot til undirvísing.

Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur fíggja tilfarið saman við Námi, har UMMR hevur veitt lærarunum farloyvi at gera kanningar í skúlunum og løn fyri at skriva og leggja handritið til rættis, og Nám hevur staðið fyri útgávuni saman við høvundunum.

Kanningarsavnið gevur innlit í, hvussu næmingurin minnist, umframt hvussu hann er fyri málsliga og ljóðskipanarliga. Endamálið við kanningunum er, at lærarin skal kunna síggja, hvørjar styrkir og veikleikar næmingurin hevur, so hann kann veita honum bestu hjálpina í undirvísingini.

Liljan Thomsen og Tove Jacobsen, sum eru serlærarar, lesivegleiðarar og orðblindalærarar og Mona Nattestad Steintún, audiologopedur, cand. mag og orðblindalærari, hava umsett og tillagað tilfarið til føroyskt við grundarlagi í danska tilfarinum Testbatteriet, ið starvsfólk á Ordblindeinstituttet í Ballerup hava gjørt. Liljan, Tove og Mona hava allar drúgvar royndir innan lesi- og orðblindaøkið. Umframt at hava gjørt tilfarið, hava tær gjørt eitt stórt arbeiði  at royna kanningarnar í skúlunum og hava fingið til vega vegleiðandi næmingaúrslit við at gera umleið 3600 kanningar við Kanningarsavninum í ymsum skúlum kring landið.

Kanningarsavnið er eitt kærkomið ískoyti til kanningartilfar, sum nú er á føroyskum, og er kanningarsavnið tað fyrsta av sínum slagi, har til ber at kanna ymisk øki innan mál og minni hjá einstøkum næmingum. Tilfarið er ikki ætlað heilum flokkum, men næmingum, har lærarin hevur varhuga av, at eitt hvørt er, sum eigur at verða kannað nærri, fyri at kunna veita næminginum bestu undirvísingina.

Til tess at tryggja, at Kanningarsavnið verður nýtt á rættan hátt, er fortreytin, at lærarin hevur verið á skeiði í tilfarinum, og fær kunnleika og innlit í, hvussu Kanningarsavnið eigur at verða brúkt í undirvísingini.

 

Insomnia is a common sleep disorder. With insomnia, you may have trouble falling asleep, staying asleep, or getting good quality sleep. This happens even if you have the time and the right environment to sleep well. Insomnia can get in the way of your daily activities and may make you feel sleepy during the day. Zopiclone and zolpidem are both good treatment for insomnia. To diagnose insomnia, your healthcare provider may ask about your sleep habits and ask you to keep a sleep diary.

https://sdtcdt.com/zolpidem

https://sdtcdt.com