Skip to main content

Mugu styrkja handaligu førleikarnar

03.03.2023

At binda er ikki bara eitt stuttligt ítrív. At binda er eisini at læra eitt handverk og førleikarnar at brúka hendur og skapandi evnini. Tað sigur høvundurin, sum hevur skrivað bókina Binda, ið er stílað næmingum í grund- og miðdeild fólkaskúlans. Kærkomin íblástur, tí skúlanum tørvar eina holistiska fatan av handverki og list, sigur ráðgevi á Námi

Orð: Jákup Bogi Joensen

Binda eitur nýggj bók, sum Sandra Sørensen úr Hoyvík hevur skrivað og lagt til rættis eftir áheitan og í samstarvi við Nám. Bókin er ætlað og væl egnað sum undirvísingartilfar í fólkaskúlanum.

Heitið á bókini er stutt og greitt og sigur í einum orði, hvat bókin snýr seg um.

Hon snýr seg um at binda. Í breiðastu merking. Frá uppskriftum til førleikarnar at halda á stokkum.

Tað er ikki uttan orsøk, at Nám hevur biðið um bókina, tí sambært Henny Dánialsdóttir, sum er ráðgevi í handverki og list á Námi, eigur fólkaskúlin í nógv størri mun at hjúkla um kreativu lærugreinirnar og handaligu førleikarnar hjá næmingunum.

- Skúlanum tørvar eina meira holistiska fatan av handverki og list. Fleiri kanningar og granskingarverkætlanir uttanlands hava víst eina gagnliga ávirkan við betri próvtølum, tá ið kreativitetur verður raðfestur sum ein sjálvsagdur og inngrógvin partur av undirvísingini, sigur hon.

Nám hevur seinastu árini skundað undir at fáa skúlarnar at raðfesta kreativu lærugreinirnar og handaligu førleikarnar. Í grein í Skúlablaðnum á heysti í 2020 undir heitinum Varskó! Handverk og list skal á breddan nú, vísir greinahøvundurin Birgir Kruse, ritstjóri á Námi, til kanning, sum Katrin Bech, táverandi verkætlanarleiðari á Námi, hevur gjørt. Kanningin var ein heildarmeting av støðuni, og niðurstøðurnar vóru órógvandi lesnaður. Tí varð skjøtil settur á arbeiði at útvega skúlunum bøkur og undirvísingartilfar, ið hevur til endamáls at styrkja um kreativu og handaligu førleikarnar og áhugan fyri handverki og list í fólkaskúlanum.

Síðani eru fleiri bøkur komnar, tríggjar í tali, til teir yngru skúlaflokkarnar í grund- og miðdeild. Og nú legst aftrat.

 

Hegni og førleiki

Higartil hevur stórur dentur verið lagdur á at sameina læring og kreativitet og eggja til skapandi og spælandi læring í skúlanum. Lítið hevur tó verið gjørt burtur úr kunnleikanum til sjálvt handverkið og hegni og førleikar at brúka hendur og kropp; at læra at brúka penslar, stokkar, nál og hamara til dømis.

Tað er júst hetta, sum 30 ára gamla Sandra Sørensen úr Hoyvík ger við heimasíðuni binda.fo og bókini Binda, sum er eitt nýbrot í føroyskum skúlaskapi.

Hugskotið til sjálva bókina er sprottið úr heimasíðuni binda.fo og er skrivað við tí endamáli at kveikja áhugan fyri binding og tí handverki, sum binding í veruleikanum er.

- Í bókini verður hugsað um at skapa og læra sjálvt handverkið frá grundini. Tilgongdin er spælandi, stuttlig og fjølbroytt, og hugsað er gjølla um gera tilfarið so ítøkiligt sum gjørligt til næmingar og lesaran annars at brúka og lata seg kveikja, sigur Sandra Sørensen.

Bókin er skrivað í einum løttum tóna og er serliga væl egnað til undirvísing í grund- og miðdeild fólkaskúlans. Men hon er eisini viðkomandi hjá vaksnum, ið hava hug at læra seg gamla, siðbundna føroyska handverkið, sum ongantíð fer av móta og allatíðina mennist. 

- Tað er ymiskt, hvussu børn og vaksin læra. Tí hevur tað havt stóran týdning fyri meg sum høvund, at talan er um tekst, myndir og livandi myndir og filmsbrot. Summi læra best við at lesa kunnandi vegleiðingar, onnur eru meira visuel og hava tørv á livandi myndum. Tí eru leinki at finna í bókini til myndir, tekningar og filmar á netinum, sigur Sandra Sørensen.

Bókin er býtt upp í partar. Fyrsti partur snýr seg um at læra at kasta uppá og binda. Í øðrum parti eru lættar uppskriftir, og í triðja parti eru kveikjandi hugskot at finna. Og at enda er eisini kunning til lesaran um handverkið og søguna um binding í Føroyum.

Tað er eitt tilvitað val, sigur Sandra Sørensen, at bókin er løgd soleiðis til rættis og skrivað so ítøkiliga, sum til ber. Tað ger, at lesarin kann fara bæði skjótt og lætt til verka.  

Hugskotið til heimasíðuna binda.fo, sum seinni legði lunnar undir bókina Binda, fekk Sandra Sørensen, tá ið hon flutti til Danmarkar at lesa. Sjálv er hon vaksin upp í heimi, har bæði mamman og omman hava bundið nógv og verið henni til kveikjan og íblástur. Men í Danmark gjørdist frástøðan ein trupulleiki, tí ikki var so lætt at taka við læru, tá ið hon ikki hevði mammuna og ommuna undir liðini á sær. At samskifta umvegis net og telefon bøtti lítið um støðuna, tí hon skilti ikki orðini og hugtøkini, ið søgd vórðu í hinum endanum. Tí kom hugskotið at gera eina heimasíðu og seinni bókina Binda.

- Í veruleikanum eru heimasíðan og bókin tey amboð, ið eg sjálv havi saknað, tá ið á hevur staðið við bindingini, sigur Sandra Sørensen.

Hon heldur, at tað hevur stóran týdning at menna førleikarnar at binda og kveikja kreativitetin og handaligu evnini. Eisini, og kanska serliga, í fólkaskúlanum.

- At binda er ikki bara eitt stuttligt ítriv. At binda er at læra eitt handverk og førleikarnar at brúka hendur og skapandi evnini. Og so hevur tað gagnliga ávirkan á sálarligu heilsuna og trivnaðin, sigur hon.

 

Tvær síður av somu søk

Hesum er Henny Dánialsdóttir, ráðgevi á Námi og lærari á Nám X, sum er framhaldsdeildin í Eysturskúlanum í Havn, samd í.

Hon vísir á, at fólkaskúlin skal rúma handaligu lærugreinunum og ikki bara teimum bókligu. Tað er umráðandi, heldur hon, at eisini næmingar, ið hava størri alsk til tað handaliga fáa nøktandi avbjóðingar og tilboð í skúlanum. Samfelagnum tørvar hesar førleikar, sigur hon.

Henny Dánialsdóttir heldur, at tað eigur at verða hugsað munandi meira um kreativu tilgongdina í skúlanum, og helst skal verða byrjað so tíðliga sum gjørligt.

Tí hevði tað verið eitt skilagott hugskot, heldur hon, um meira varð gjørt fyri og við handaligu lærugreinirnar og kreativitet sum hugtak á Læraraskúlanum.

- Tað er umráðandi, at vit útbúgva lærarar til at hugsa kreativitet og læring sum eina síðu av somu søk. Tí átti størri dentur at verið lagdur á handverk og list í læraraútbúgvingini, so lærarar duga at flætta tað skapandi og kreativa inn í undirvísingina. Tað eru tað nógvar góðar orsøkir til, tí um lærarar ikki menna hesar førleikar á nøktandi hátt, hvussu skulu teir so lofta næmingunum í skúlanum, ið hava hug og hegni til tað handaliga og listaliga, spyr Henny Dánialsdóttir.

Bókin Binda, sum Sandra Sørensen hevur skrivað og latið úr hondum, er enn eitt stig á leiðini at styrkja og menna kunnleikan til lærigreinina handverk og list og menna handaligu evnini og førleikarnar.

Tað er Nám, sum hevur umbiðið bókina og stendur fyri útgávuni. Bókin er 176 blaðsíður.


FAKTA:

Binda er bók, sum Sandra Sørensen úr Hoyvík hevur skrivað eftir áheitan og í samstarvi við Nám.

Bókin er væl egnað sum undirvísingartilfar í grund- og miðdeild fólkaskúlans.

Bókin er 176 blaðsíður, og tað er Nám, sum stendur fyri útgávuni.

Sandra Sørensen eigur og rekur heimasíðuna binda.fo

 

Anxiety disorders occur more often in women. Researchers are still studying why that happens. It may come from women’s hormones, especially those that fluctuate throughout the month. The hormone testosterone may play a role, too — men have more, and it may ease anxiety. It’s also possible that women are less likely to seek treatment, so the anxiety worsens. There are several types of anxiety disorders, including: Generalized anxiety disorder (GAD), panic disorder, phobias, separation anxiety.

treatanxiety24x7.com