Skip to main content

Enn ein støddfrøðibók

24.11.2023

Uppgávubókin til Støddfrøði í 8 er komin. Bókin er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 8. flokki.

Far til uppgávubókina til Støddfrøði 8

Útgávuheimurin Støddfrøði til hádeild

Gongst eftir ætlan, verður bókarøðin Støddfrøði fullfíggjað í 2024. Tá kunnu allir flokkar í fólkaskúlanum, frá fyrsta til níggjunda, royna seg við nýggja tilfarinum.

Fyrsta føroyska roknibókin kom í 1916. Í 1942 kom Roknibók I og árið eftir Roknibók II. Frá 1965 og út í 70-árini kom Roknibókarøðin frá 1. til 7. skúlaár eftir norska Cappelens regneverk. Í 1987 komu so fyrstu Sigmabøkurnar, sum í 1993 vóru endurskoðaðar og skiftu navn til Skygni. Seinasta Skygnibókin, Skygni 7, varð prentað í 2011 og trý ár seinni, í 2014, varð fyrsta bók í røðini Rokning prentað. Bókaheildin Støddfrøði 7 kom út í 2021, og Støddfrøði 9 kemur í 2024.