Trap Føroyar á netinum
Nú er talgildi heimurin trap.fo eisini tøkur at nýta – bæði á føroyskum og enskum.
Fríðrikur 10. kongur er verndari hjá nýggju útgávuni av Trap Føroyum, ið kemur út sum eitt bind av verkinum Trap Danmark. Fyrsta útgáva av verkinum birtist árini 1858‑60 og hevur síðan verið endurskoðað fýra ferðir, seinast 1953‑72. Henda nýggja og sætta útgávan er nýskrivað og økt við einari talgildari útgávu.
Bæði í prentaða verkinum og talgildu útgávuni er um at røða eina gjølliga lýsing av Føroyum við eini ørgrynnu av upplýsingum um landið og hvørja einstaka oyggj og bygd í landinum. Tann talgilda útgávan er eitt hent og livandi verk, sum tað ber til støðugt at dagføra, og sum er atkomuligt, hvar tú so ert í Føroyum, um bara netsamband er tøkt.
Í alheimsgjørdum heimi er umráðandi at kenna land sítt og harvið fyritreytir sínar. Á tann hátt verður ein betur førur fyri at siga, hvat vit kunnu bjóða sum ríkisfelagsskapur, og á hvønn hátt og hví føroysk, donsk og norðurlendsk mentan geva mongum øðrum londum íblástur.
Tann talgildi heimurin hjá Trap Føroyum ger, at tað ber til at standa á onkrum ávísum staði í Føroyum og fáa viðkomandi upplýsingar um júst hetta staðið. Í fyrstu atløgu er talan um eitt avrit av bókaverkinum, men við tíðini er hann ætlaður at verða eitt persónligt, dynamiskt og talgilt leitiamboð, sum fer at geva íblástur og vegleiða brúkarar á teirra talgildu ferð um tað víðtøkna tilfarið um Føroyar á føroyskum og enskum.
Tann talgildi heimurin hjá Trap Føroyum er gáva frá grunnunum og hinum stuðlunum aftan fyri verkætlanina – ókeypis og øllum atkomuligt.