Barnasangir fara um milliónina

16.12.2019
Tað boðar teljarin á YouTube síðuni hjá Námi frá í dag.
Samstundis sum Barnasangbók Føroya varð løgd fram á Bókadøgunum 24. november í fjør, legði Nám barnasangirnar út á YouTube.
Tað er Árni Øregaard, margmiðlasmiður, sum hevur savnað gamlar upptøkur og gjørt nýggjar upptøkur av sangunum, sum eru í Barnasangbókini. Undir hvørjum sangi er tekstur, so til ber at syngja við og læra seg orðini.
Síðan framløguna hevur undirtøkan verið so góð, at nú hava fleiri enn 1 millión vitjanir verið á sangsíðuni hjá Námi. Sama tíðarskeið hava 833 teknað seg sum haldarar.