Nem mál í fimta er komin

26.11.2018
Nem mál í fimta er mállærubók á 96 síður og í 6 pørtum, partarnir í mállærubókini fylgja pørtunum í lesibókini.
Arbeitt verður við navnorðum, sagnorðum, lýsingarorðum, eintali og fleirtali, samansettum orðum, sagnorðaendingum, talorðum, samheiti, andnevni, miðalvarpingum, sambindingarorðum, høvuðssetningi, eykasetningi, hjálparsagnorðum, endursøgn, fyrisøgn og lesifatan.
Útfyllingarfyrisagnir eru at finna á snar.fo/nem