Nýggj føroysk mállæra
Bókin er verður givin út sum sBók, og er 250 síður, og verður ætlandi seinni givin út í bókarformi.
Bókin viðger kyn í føroyskum, og tað verður víst, at kyn er reglustýrt. Reglurnar eru eftir merking og eftir formi.
Annar partur viðger orðmyndan. Har verður í høvuðsheitinum hugt at samansetingum og avleiðslum, og hetta er fyrsta ferðin, at hesi evnini eru so neyvt lýst í føroyskum. Komið verður inn á øll tey ymisku atfestini, sum eru í føroyskum, og eisini verður víst, hvussu nuanserað føroyskt orðmyndan er.
Síðsti partur er um bending, og byggir hann á samtíðarføroyskt og tær bendingar, sum har eru í málinum.
Í bókini eru eisini orðafrágreiðingar, sum lesarin kann brúka og eitt indeks, sum ger, at hon kann brúkast at sláa upp í, um lesarin hevur ivamál um eitthvørt í føroyskum.
Høvundurin, Hjalmar P. Petersen er prof. í málvísindum á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya, og hevur hann granskað og arbeitt við føroyskum í fleiri ár.
Leinki til sBókina: https://mallaera1.sbok.nam.fo/
Bókin kann keypast í nethandlinum shop.systime.dk, har eitt 4-ára hald kostar 100,- kr.