Undirvísingartilfar um Lykkenborg
21.10.2022
Til várs verða fleiri sýningar av leikinum, og í hesum sambandi arbeiða vit í Námi við at gera undirvísingargongdir til elstu næmingarnar í fólkaskúlanum og næmingar á miðnámi. Undirvísingargongdirnar verða tøkar hjá lærarum og næmingum eftir nýggjár.
Leikurin Lykkenborg snýr seg um miðvingin Pól Jóhannus Poulsen, sum var “øðrvísi” enn tey flestu. Leikurin nemur við nakað so sárt sum, hvussu vit í Føroyum rúmaðu teimum, sum onkursvegna vóru øðrvísi. Ella góvu skarvin yvir og sendu tey til Danmarkar á Rødbygaard.
Búi Dam hevur skrivað og leikstjórnað, Kristina Sørensen Ougaard hevur høvuðsleiklutin, og Dánjal á Neystabø stendur fyri tónleikinum.
Lesið meira um Lykkenborg á facebooksíðuni hjá Det Ferösche Compagnie.