Skip to main content

Verkstova um føroyska rættstavaran

27.09.2022

Í næstum verður skipað fyri verkstovum í at nýta føroyska rættstavaran.

Verkstovurnar vara umleið 3 tímar og eru ætlaðar føroysklærarum og øðrum áhugaðum. Skúlar kunnu bíleggja verkstovur heim á skúlan í viku 45, t.e. 7.-11. novembur, og mánadagin 14. novembur verður ein verkstova hildin í Námi.

Uni Johannesen, MA-lesandi heldur verkstovurnar. Í sambandi við norðurlendska átakið “Smá mál í Norðurlondum” hevur Uni verið í Tromsø á skeiði um rættstavaran og onnur máltøkniamboð.

Um rættstavaran

Um tilmelding til verkstovu