Kreativt í Námi
Í vikuni skipaðu Tóra Joensen, fyrrverandi lærugreinaráðevi í handaverki og list, og Katrin Gullbein, lærugreinaráðgevi í støddfrøði og náttúru og tøkni, fyri skeiði í handaverki og list í Námi.
Skeiðið bygdi á tær báðar nýggju bøkurnar Myndlistabókin og Myndlist til øll, sum Nám hevur givið út.
Á skeiðnum varð dentur lagdur á at nýta ymist tilfar og virka tað til ymsar lutir. Endamálið er at styrkja myndlistaundirvísingina í fólkaskúlanum, so sum eftirlýst hevur verið eitt nú í kritiskari grein hjá Námi í Skúlablaðnum í august í ár. Aktivtetirnir á kreativa skeiðnum í Námi eru bygdir á at menna hugflogið hjá næmingunum og at stimbra sansirnar. Nýggjur ráðgevi í handaverki og list er Henny G. Dánialsdóttir.
Í sambandi við báðar bókaútgávurnar varð sagt, at alt lívið verða vit ávirkað av myndum. Tær kunnu bera nógva ymiska kunning: Nyttuga kunning, politiska kunning ella list, men felags fyri alla kunning er, at vit skulu læra at taka kritiska, sjálvstøðuga og eisini fantasifulla støðu til hana. Tí eigur myndlist at verða raðfest høgt í fólkaskúlanum, soleiðis at næmingarnir verða førir fyri at skilja og brúka hesa ávirkan estetiskt.