Kreativt skeið við ull
Skeiðið tók støði í komandi skúlabókini, Søgur um ull. Skeiðsluttakararnir arbeiddu saman um ull og tøving, soleiðis at tær lærdu av hvørjum øðrum og fingu nýggjan íblástur, sigur Karina Toftegaard, sum hevur ritstjórnað komandi bókina.
Endamálið er at geva lærarum íblástur og kunning um ull, serliga føroyska ull, og tøving.
Tað krevjast eingir serligir førleikar uttan forvitni um, hvussu ull kann brúkast í undirvísing, og so ein rímuligur hugur til at eksperimentera, siga fyrireikararnir.
Seyðurin hevur nógva og góða ull, og føroyingar hava gjøgnum øldir gagnnýtt hvørt ullarstrá. Kunnleikin um ullina hevur livað frá ættarliði til ættarlið, sum lívið sjálvt. Vit eiga enn hetta ullartilfeingið.
Men vit brúka tað ikki nóg væl, hóast bæði møguleikarnir og dygdirnar eru nógvar. Hetta er tað, komandi bókin skal snúgva seg um. At vísa grundleggjandi arbeiðshættir til fjølbroytt virksemi við ull, sum eisini hóskar til nútíðarsamfelagið, sigur Ása Hátún.