Skip to main content

Lær at binda við Binda

13.12.2022

Nám gevur út bókina 'Binda' til grunddeild og miðdeild fólkaskúlans. Sandra Sørensen hevur skrivað bókina.

Tá ið vit skulu læra at binda, er fyrsta stigið at kasta uppá og at binda rætt og rangt. Hetta lærir tú við myndum, tekningum, stuttum og greiðum teksti og videobrotum við bókini Binda.

Binda er ætlað øllum, sum vilja læra at binda. Bókin er serliga væl egnað til undirvísing í grunddeild og miðdeild í fólkaskúlanum.

  • Fyrsti parturin snýr seg um at læra at kasta uppá og at binda.
  • Í øðrum parti eru lættar uppskriftir
  • Í triðja parti eru hugskot.
  • Aftast er kunning um handverkið og um okkara bindisøgu. Aftasti parturin kann verða tikin við í løtupráti, meðan næmingarnir sita við stokkunum.

Bókin kostar 248 krónur

Les meira um bókina her

Útgávutiltak

Útgávutiltak verður í Námi 17. desembur kl. 14-19. 
Far til útgávutiltakið á síðuni hjá Námi á Facebook