Námsráðgevar í fólkaskúlanum
Gevið gætur! Freistin er farin, og starvið er sett
Søkt verður eftir dugnaligum námsráðgevum, ið hava áhugað fyri fakligari og námsfrøðiligari menning og hava gott innlit og royndir í viðkomandi lærugreinaøki.
Nám hevur síðani 2018 bygt upp eina ráðgevaskipan til at styrkja námsráðgevingina til fólkaskúlan og fjølbroytta virksemið í Námi. Ráðgevin verður partur av námsráðgevatoyminum. Søkt verður eftir tveimum námsráðgevum í ávikavist:
- handaverki og list
- fremmandamálum
Um starvið
Ráðgevin skal fylgja við í tí, sum hendir innan lærugreinaøkið, og skal sum part av hesum kunna seg um námsætlanir, námfrøðiliga gransking og fakligu avbjóðingarnar og menningina, sum eru á fólkakúlaøkinum í londunum kring okkum, serliga í Norðurlondum.
Ráðgevin skal taka lut í arbeiðinum við námsætlanunum og gera tilmæli um dagføringar ella broytingar innan avvarðandi lærugreinaøki. Ráðgevin skal veita skúlum og lærarum vegleiðing og sparring í námsfrøðiligum og fakligum spurningum við atliti at námsætlanini, tilfari og undirvísingarligum spurningum.
Ráðgevin skal ráðgeva um próvtøkur fólkaskúlans og landsroyndir, herímillum ráðgeva uppgávunevndum í avvarðandi lærugreinaøki.
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava fólkaskúlalæraraútbúgving, starvsroyndir í fólkaskúlanum umframt førleikar og royndir í viðkomandi lærugreina- ella læriøkjum. Harumframt skal viðkomandi hava :
- áhuga fyri fakligari og námsfrøðiligari menning
- góð samstarvsevni og vera fyrikomandi
- góðar samskiftisførleikar
- góðan málførleika, serliga í føroyskum
Setanarviðurskifti
Ráðgevin verður knýttur at Námi men skal eisini vera í starvi sum lærari í einum fólkaskúla. Ráðgevastarvið telur 720 árstímar skúlaárið 2020/2021, og fær ráðgevin samsvarandi niðurskurð í lærarayrkinum.
Ráðgevin verður løntur sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Talan er um eina royndarskipan, har setanartíðin er 3 skúlaár frá 1. august 2020, og kunnu broytingar ávegis verða gjørdar í arbeiðsuppgávunum.
Umsóknir
Umsókn saman við avriti av læraraprógvi og møguligari eftirútbúgving, C.V. og møguligum viðmælum skal vera Námi í hendi í seinasta lagi 1. juni 2020.
Umsóknin skal sendast til:
Nám
Hoyvíksvegur 72
FO 100 Tórshavn
ella við t-posti á eydun@nam.fo
Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu ringja til Eyðun Gaard, stjóra, tlf. 555150.
Nám er stovnur undir Mentamálaráðnum, sum veitir tænastur og undirvísingarmiðlar til skúlaverkið. Høvuðsvirkisøkini eru at útvega fjølbroyttar undirvísingarmiðlar - prentað og talgilt tilfar, undirvísingarportalin Snar, fakliga og undirvísingarliga ráðgeving, skeiðsvirksemi, miðlasavn, útlán og skeið. Í Námi eru 28 starvsfólk. Próvstovan er partur av Námi, og har arbeiða 7 fólk.