Skip to main content

Nógv fólk til bókaframløgu

01.06.2021

Í gjár varð bókin hjá Ásu Hátún, 'Søgur um ull', løgd fram fyri fulsettum hølum í Námi.

Framløgan byrjaði við at stjórin, Eyðun Gaard, greiddi frá, hvussu bókin varð blivin til og hvør ætlanin er við bókini, sum Nám gevur út til skúlabrúks. Karina Toftegaard hevur verið ritstjóri, Sonja Schneider hevur lagt til rættis og Olav Schneider hevur tikið myndir.

Undir framløguni spældi Dánjal á Neystabø, ið er ommusonur Ásu, tveir sangir, ið annar var úr Bø, har Ása hevur arbeitt.

Birgir Kruse, ritstjóri í Námi, hevði síðan samrøðu við Ásu, sum livandi greiddi frá um tann skúlapolitiska tráðin, hon hevur vovið inn í alla bókina, ið eisini er ein mynd av hennara virksemi og tankum um skúlaskap í meir enn fjøruti ár. At enda signeraði Ása bókina, sum framløgudagin fekst fyri serprís.

Keyp bókina »

Útgávuheimur »