Skip to main content

Hevur tú hug at gera gott, greitt og hugfangandi tilfar til ung?

28.05.2024

Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum ritstjóra at ritstjórna undirvísingartilfar til náttúruvísindaligu lærugreinarnar, fyrst til lærugreinina lívfrøði í miðnámi.

Starvið verður sett frá 1. august 2024 ella skjótast gjørligt. Talan er um tíðaravmarkað starv til 31. juli 2027. Møguleiki er at fáa fast starv eftir hetta, um fíggjarligu umstøðurnar loyva hesum.

Talan er um fjølbroytt og áhugavert starv í Námi við møguleikum fyri fakligari og persónligari menning.

 Arbeiðsøkið fevnir millum annað um:

  • at stýra, samskipa og leggja til rættis útgávuverkætlan
  • at arbeiða við at didaktisera tilfar
  • at samstarva við og vegleiða rithøvund
  • at samstarva og samskifta við lærarar, grafikarar, fotografar, rættlesarar og onnur fakfólk um útgávuverkætlanina
  • at ritstjórna undirvísingartilfar til náttúruvísindaligar lærugreinar, fyrst til lærugreinina lívfrøði í miðnámi.

Vit leita eftir einum persóni, ið hevur:

  • útbúgving frá hægri lærustovni innan náttúruvísindi - helst lívfrøði
  • góðan kunnleika um frálærufrøði
  • undirvísingarroyndir frá miðnámi
  • góðan kunnleika um lærugreinina lívfrøði
  • góðan kunnleika um og áhuga fyri náttúruvísindi sum heild
  • góð evni at arbeiða við teksti
  • góðan málførleika – serliga í føroyskum, men eisini í norðurlendskum og enskum
  • góðan telduførleika
  • góð samstarvsevni og góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt.

Setanarviðurskifti

Vit bjóða eitt spennandi og avbjóðandi starv við bundum uppgávum, ið skulu avgreiðast innan settar tíðarkarmar og faklig mál.

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Umsóknir og samband

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Sigfríð Sólsker, útgávuleiðara í Námi, á tel. 555 171 ella við telduposti á sigfridur@nam.fo.

Umsókn saman við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 16. juni 2024 og skal sendast við telduposti til Eyðun Gaard, stjóra, á eydun@nam.fo.


Nám er stovnur undir Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, sum veitir tænastur og undirvísingarmiðlar til skúlaverkið. Høvuðsvirkisøkini eru at útvega fjølbroyttar undirvísingarmiðlar - prentað og talgilt tilfar, undirvísingarportalin Snar, fakliga og undirvísingarliga ráðgeving, skeiðsvirksemi, miðlasavn, útlán og skeið. Í Námi eru 29 starvsfólk. Próvstovan er partur av Námi, og har arbeiða 7 fólk.