50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Í ár var væleydnaður holocaustdagur fyriskipaður úr Vestmanna skúla. Við fólkadrápinum í Ruanda fyri 30 árum síðan sum støði, varð stroymt við fyrilestrum til allar skúlar í landinum. Tað er fyrstu ferð, at eitt fólkadráp í Afrika hevur verið lýst á henda hátt.
Næsti holocaustdagur verður mánadagin 27. januar 2025. Tá verður stroymt úr einum skúla í Havn um Reyðu Khmerdrápini, sum fyri 50 árum síðan tóku seg upp í Kambodja. Tað er fyrstu ferð at føroysku fyrireikararnir viðgera eitt land í Asia í hesum høpi.
Tann kommunistiska kollveltingin hjá Reyðu Khmerunum í Kambodja kravdi frá 1975 og fýra ár fram um 1,7 milliónir mannalív. Tey flestu doyðu í hungri og av sjúku, men stýrið avrættaði eisini nógv. Tvingsilsarbeiði, tvingsilsflutningur, píning og eftirlit vóru nøkur av amboðunum, sum stýrið brúkti at kúga fólkið við. Ikki fyrr enn fleiri áratíggju seinni byrjaði ein rættaruppgerð. Tá var tann illa gitni leiðarin hjá Reyðu khmerunum, Pol Pot, longu deyður.
Tað eru Nám og Amnesty International, Føroya deild, sum samskipa skúlatiltakið. Løgtingið samtykti í 2019 at altjóða minnisdagurin fyri Holocaust, hin 27. januar, hvørt ár skal verða minningardagur í føroyska skúlanum fyri Holocaust og onnur fólkadráp.