Kom og rokna í summar!
Kom og rokna við vøkrum, litríkum og forvitnisligum smáum rokniheftum.
Við Kom og rokna verða børnini leidd inn í støddfrøðiverðina við løttum, atkomiligum uppgávum. Tey læra at skriva tølini, at plussa, draga frá, falda og býta. Harafturat fáa tey innlit í týdningarmikil støddfrøðilig hugtøk. Eitt av aðalmálunum í Kom og rokna, er at uppgávurnar eru lættar og intuitivar, soleiðis at børnini sjálvi megna at loysa tær. Hetta er góð venjing og eggjar til sjálvstøðugt arbeiði, sum er ein grundarsteinur undir framhaldandi læring í støddfrøði.
Í høvðusheitunum eru tríggir hættir at nýta tilfarið.
- Sum inngang til ymsu evnini í støddfrøði: tølini, pluss, minus, falda, býta, hagfrøði, krossskipan o.s.fr.
- Sum eykatilfar, um næmingurin hevur tørv á tí.
- Til teir næmingar, ið hava tørv á øðrvísi avbjóðingum.
Johann Petersen, lærari, hevur gjørt og brúkt heftini í sínari undirvísing í støddfrøði, og nú ber til hjá øðrum, at ogna sær tey. Heftini eru 10 í tali og ætlanin er at gera fleiri! Kom og rokna 1-10 er til keyps á Bókamiðsøluni.
Viðmerking: Um tú hevur barn, sum fer í skúla ella í forskúla eftir summarferiuna, kunnu hesi hefti vera eitt upplagt amboð at stytta um stundir - og samstundis læra at rokna - í summarferiuni.