Skip to main content

Kristni 6

02.08.2013

Litrík røð er liðug

Nýggja bókin til kristnikunnleika í 6. flokki er komin. Kristni 6 heldur fram, har hinar bøkurnar í røðini, Kristni 4 og Kristni 5, sleptu. Nýggja bókin er skift í fjúrtan kapitlar, ið geva eina góða og livandi breidd í undirvísingina í kristnikunnleika.

Við støði í fjølbroyttum teksti og hópin av litføgrum myndum, eru nógv lívsevni at tosa um í Kristni 6. Greitt verður m.a. frá um kirkjusøgu, triðju grein í trúarjáttanini, líknilsum, undrum og kristnari myndlist.

Jón Magnus Joensen hevur skrivað alla røðina Kristni 4, Kristni 5 og Kristni 6. Til allar næmingabøkurnar í røðini er lærarabók, uppgávubók og útgávuheimur á Snar.

Hannis Egholm hevur teknað og sniðgivið bøkurnar, Ingi Sørensen og Allan Korsager Dalsgarð hava gjørt myndlistarliga partin.

Næmingabókin kostar 350,- kr.

Arbeiðsbókin kostar 98,- kr.

Lærarabókin verður tøk til skúlaársbyrjan og kostar 800,- kr.