Kristni 9
Seinasta hond er við at vera løgd á arbeiðið við tilfari til kristniundirvísingina til eldru næmingarnar. Kristni 7 kom út í 2011, Kristni 8 í 2012 og til næsta skúlaárið kemur Kristni 9. Nýggja bókin, Kristni 9, líkist hinum báðum bókunum og er áleið í vavi sum Kristni 8.
Kristni 9 viðgerð kristnu skriftirnar og samanber við trúartrænum jødadóm, kristindóm og islam. Evni sum kærleiki, bøn og meditatión og hugvísindi og náttúruvísindi verða eisini viðgjørd. Fremmandi átrúnaðurin hetta árið er buddisma. Evnið er skipað eftir sama leisti sum jødadómur, kristindómur, islam og hinduisma í fyrru bókunum, so til ber at samanbera hesar átrúnaðir. Eisini er annar átrúnaður umrøddur í bókini, eitt nú bahá’í og náttúruátrúnaður.
Charlotta Thorsteinsson og Paulina Andreasen, sum á myndini standa saman við ritstjóranum Gunvá Magnusen, hava skrivað, og grafiska sniðgevaravirkið AnniJanni hevur staðið fyri tekningum, sniðgeving og uppseting. Bókaheildin fevnir um næmingabók, lærarabók og uppgávur og annað eykatilfar á Snar.
Næmingabókin kemur út í summar, lærarabókin seinni í ár, og kristnisíðan á Snar verður áhaldandi útbygd.