Kristnirøðin fullfíggjað
Níggjundi flokkur hevur fingið nýggja bók til kristni, og nú ber til at fáa enn størri nyttu úr bókini við lærarabók, sum er til keyps hjá Bókamiðsøluni. Charlotta Thorsteinson og Paulina Andreasen hava skrivað, og Gunvá Magnussen hevur ritstjórnað fyri Nám. Tær síggjast á myndini.
Lærarabókin til Kristni 9 er ætlað sum eyka tilfar til læraran. Hugskotið við tilfarinum er, at við næmingabókini og lærarabókini til Kristni 9 og heimasíðuni snar.fo/kristni9 hevur lærarin tað tilfarið, honum tørvar og hevur ikki fyri neyðini at leita fram annað tilfar fyri at fylgja námsætlanini í kristnikunnleika og átrúnað.
Í lærarabókini til níggjunda flokk er faktatekstur til hvønn kapittul sær og hugskot um, hvussu arbeiðast kann við kapitlinum. Fremst í lærarabókini eru frágreiðingar til faktaboksir og annað, sum eru í næmingabókini. Eisini eru ymiskir frymlar og onkur arbeiðsmannagongd.
Aftast í bókini eru uppskot til sálmar og sangir, bæði føroyskar og útlendskar, yvirlit yvir viðkomandi filmar, sum til ber at læna í Námi umframt, myndalisti og keldulisti.
Á heimasíðuni til Kristni 9 verða allir greiningarfrymlarnir, sum eru í lærarabókini, umframt føroysku málningarnir, sum eru í næmingabókini eins og nettøkar uppgávur. Svarlisti til hesar uppgávur er í lærarabókini.
Lærarabókin Kristni 9 er til keyps í Bókamiðsøluni og kostar 950 krónur.
Við hesi seinastu útgávuni er øll kristnirøðin hjá Námi fullfíggjað. Røðin er í trimum og røkkur úr 1. flokki og upp í 9. flokk. Hetta er alt samalt uppruna føroyskt tilfar, sum er serliga evnað til júst føroysk viðurskifti og føroysku námsætlanina. Kristnirøðin er grundað á kristindóm, so sum lóg og námsætlan fyriskriva, men aðrir átrúnaðir verða viðgjørdir.